Yvir eina milliard í lønum

Yvir eina milliard í lønum
Ein milliard og 28 milliónir krónur vórðu goldnar út í lønum í Føroyum í novembur mánaði, vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovu Føroya.
 
17.12.2023 - 16:46

Lønargjaldingarnar í novembur vóru tí 67 milliónir meira enn í oktobur, tá ið tær vóru 961 milliónir krónur.

Í novembur í fjør var talið 983 milliónir krónur, so eftir einum ári eru útgoldnu lønirnar vorðnar 45 milliónir fleiri.

Roknast kann við enn fleiri milliónum í lønum henda mánaðin, tí vanliga eru lønartølini hægst í desembur.

Í fjør til dømis, vóru lønargjaldingarnar ein milliard og 77 milliónir krónur.

Lønargjaldingarnar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum rinda, og B-inntøkur eru ikki við.

Útlendskar fyritøkur ella fyritøkur, sum ikki hava virksemi í Føroyum, telja sostatt ikki við.

Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, óansæð um lønarmóttakarin býr í Føroyum ella uttanlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265