Fíggjarlógin avgreidd í dag

Fíggjarlógin avgreidd í dag
Tveir minuttir hósnáttina gjørdu, at triðja viðgerð kundi ikki vera fríggjadagin
Tingfundur verður í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2023 - 06:49

Triðja viðgerð um fíggjalógaruppskotið hjá landsstýrinum verður í løgtinginum í dag.

Triðja viðgerð skuldi vera fríggjadagin, men av tí at onnur viðgerð endaði tveir minuttir eftir midnátt, var tíðarfreistin ov stutt til, at triðja viðgerð kundi vera fríggjadagin.

Uppskotið um fíggjarlóg var annars samtykt hósnáttina. 16 atkvøddu fyri og 14 ímóti. Ein atkvøða var blonk.

Henrik Old í Javnaðarflokkinum atkvøddi blankt.

Onkur broytingaruppskot koma væntandi í dag.

Andstøðutingfólkini í Norðoyggjum hava boðað frá einum uppskoti um pengar til mentanarhúsið Varpið í Klaksvík.

Varpið er ikki nevnt í teimum broytingaruppskotum, sum komu til aðru viðgerð, hóast Varpið skrivaði til fíggjarnevndina.

Tingfundurin í dag er kl.10.00.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328