Føroyskur sjómaður: Blussaði upp beint framman fyri gronina

Føroyskur sjómaður: Blussaði upp beint framman fyri gronina
Sigmund av Teigum upplivdi av tilvild útbrotið av eldgosinum í Íslandi frá fremstu røð, tá skipið, hann er við, Polar Ammassak, sigldi beint framvið, tá gosið breyt út
Soleiðis sá út á brúnni umborð á grønlendska Polar Ammassak klokkan 22.33 í gjárkvøldið
Mynd: Sigmund av Teigum  
 
19.12.2023 - 11:10

Polar Ammassak hevði júst verið síðsta túrin eftir sild í ár, og kósin var sett móti Hafnafirði at landa og leggja skipið fyri jólini.

Polar Ammassak var beint út fyri Grindavík, tá róp kom í. 

"Klokkan 22.25 kallaði skiparin í hátalaranum í messuni, at vit skuldu skunda okkum upp á brúnna at hyggja," greiðir Sigmund av Teigum frá. 

"Tá segði ein beinanvegin, at tað sikkurt var byrjað at goysa, og so var. Eldgosið blussaði upp beint framman fyri gronina hjá okkum, og klokkan 22.25 var eldgosið longu so stórt, at tað lýsti alt økið upp," leggur Sigmund av Teigum frá.

Sigmund av Teigum fæst nógv við at taka myndir og flýgur eisini nógv við dronu. 

"Eg skundaði mær eftir dronuni, tí vit ætlaðu at senda dronuna upp og so tendra ljósini á skipinum fyri at upplýsa skipið og hava eldgosið í bakgrundini. Tað kundi verið ein søgulig mynd. Men tá hevði hann longu øtlað vindin so mikið nógv, at tá eg fór út á dekkið at vurdera veðrið, so var ikki hugsingur um at senda dronuna upp og fáa hana aftur. Vit tóku so bara myndir av eldgosinum, meðan vit sigldu framvið," greiðir havnarmaðurin frá.

Teir umborð á Polar Ammassak sendu beinanvegin myndir og ringdu til starvsfelagan Sigurjón Veigar Þórðarson, ið er maskinmeistari umborð á Polar Amaroq, sum hoyrir til sama reiðarí sum Polar Ammassak. 

"Sigurðjón eigur hús í Grindavík, sum eru fullkomiliga oyðiløgd av jarðskjálvtunum seinastu tíðina. Tískil leigar hann fyribils íbúð í Hafnarfirði, har hann, konan og børnini eisini vóru stødd, nú tað fór at goysa," greiðir Sigmund av Teigum frá. 

Soleiðis sá út, tá Polar Ammassak hevði rundað sjálvt Reykjanes. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053