Eingin jólafriður í Gasageiranum

Eingin jólafriður í Gasageiranum
Ísrael økir í løtuni um hernaðarliga aktivitetin í økinum. Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu, sambært Berlingske.
 
26.12.2023 - 11:25

Netanyahu sigur seg hava trý krøv, sum skulu lúkast áðrenn kríggi í Gaza endar, skrivar hann í tíðargrein í Wall street journal.

Hamas skal leggjast í oyði, Gaza avmilitariserast og palestinska samfelagið avradikaliserast, sigur hann.

Ísraelskir miðlar hava eitt nú bitið merkið í, at teir eftirverandi gíðslarnir ikki vera nevdnir, sum eitt krav.

Hildið verður, at 129 fólk framvegis sita gíðslar. 240 fólk vóru tikin gíðslar í álopinum 7. oktober og 1200 fólk dripin.

Síðani tá eru fleiri enn 20.000 fólk deyð í Gaza, sum avleiðing av ísraelsku álopunum. Hesum heldur Netanyahu tó, at atljóða samfelagið eigur at geva Hamas skuldina av hesum, skrivar Berlingske. 

Ísrael ger sítt ítarsta fyri at avmarka talið av deyðum sivilum, sigur Netanyahu, men Ísrael noyðist at tryggja sær, at Gaza ongantíð aftur verður brukt sum støð, sum kunnu brúkast til at leypa á Ísrael.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329