Ítøkiligur áhugi fyri at keypa Teistan

Ítøkiligur áhugi fyri at keypa Teistan
Sambært Helsingborgs Dagblad vil svenska reiðaríið, Ventrafiken, lata eitt minni skip í býti fyri Teistan umframt at rinda munin ímillum.
Sviar vilja keypa Teistan
Mynd: Savnsmynd  
 
26.12.2023 - 14:29

Stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Niels Juel Arge, hevur áður sagt, at áhugaðir keyparar hava verið og hugt eftir skipinum, og greitt er nú, at í øllum førum sviar fegnir vilja hava Teistan at røkja leiðina millum Lanskrona og oynna Ven í Oyrasundi.

Sambært Helsinborgs Dagblad, so vilja politikararnir í Landskrona og almenna reiðaríið Ventrafiken fegin vísa, at tey eru til reiðar at samráðast, hóast tað enn ikki er avgjørt hvørjar framtíðarætlaninar eru við Teistanum. 

Reiðaríið fer tí eisini, sambært svenska blaðnum at senda eitt ætlanarskriv, har tað stendur, at tey vilja keypa Teistan og  og vilja samráðast um prísin. 
 

Eitt minni skip í býti

Sambært Helsingborgs Dagblad vil svenska reiðaríið lata eitt minni skip í býti fyri Teistan umframt at rinda munin ímillum.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa orðið á stjóran á Strandferðsluni, men Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum sigur seg ikki kenna til nakað ætlanarskriv ella ítøkiligt boð uppá skipið.

 

Sviar hava verið í Føroyum

Hann sigur tó, at áhugi leingi hevur verið fyri Teistanum. Dennis Holm sigur eisini, at tá umboð fyri svenska reiðaríið herfyri vóru í Føroyum og hugdu at Teistanum, bóðu tey um fund við landsstýrismannin, men av tí at Teistin í verandi støðu ikki er til sølu, var tann fundurin av ongum.

Teistin stendur tó inntøkuførdur fyri 30 mió kr á fíggjarlógini, sum løgtingið samtykti fyri jól.

Teistin er seinastu tíðina royndarsilgdur á bæði Nólsoyar,- og Kallsoyarleiðini og fleiri royndir skulu gerast áðrenn endalig avgerð verður tikin um Teistin skal seljast ella brúkast á øðrum leiðum, sigur Dennis Holm.

Fyribils røkir Teistin leiðina til Hestoyar, inntil Erla Kongsdóttir verður tøk aftur út á várið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265