Líka nógv russisk skip næsta ár

Líka nógv russisk skip næsta ár
Eins nógv russisk skip sleppa at vera í senn í føroyskum sjógvi næsta ár sum í ár
Russiskur trolari í føroyskum sjógvi.
 
27.12.2023 - 06:12

Eins nógv russisk skip sleppa at vera í senn í føroyskum sjógvi næsta ár sum í ár.

Frá 1.januar til 31.mars kunnu vera 20 skip, frá 1.apríl til 31.oktober 29 skip, og 28 russisk skip sleppa at fiska í føroyskum sjógvi frá 1.november til árslok.

Um ov trongt gerst á fiskileiðini kann Vørn avmarka talið til 16 skip frá 15.apríl til 31.mai.

Onkur regla um hjáveiðu er herd.

Hjáveiðan av sild í beinleiðis fiskiskapi eftir svartkjafti og makreli skal ikki vera meira enn 750 tons. 

Hon er 1.500 tons í ár.

Norðhavssildarveiðan eftir ávísari áseting kann í mesta lagi vera 6.485 tons. 

Hon er 8.500 tons í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006