Glopraregn í Týsklandi

Glopraregn í Týsklandi
Glopraregn hevur verið í Týsklandi um jólini, og vatnsstøðan er hækkað í fleiri økjum. 
 
27.12.2023 - 09:57

Í býnum Thürungen í Sachsen-Anhalt er áin Helme um at fara upp um áarbakkan, og 180 fólk eru flutt burtur. 

Eisini fólk í øðrum økjum fingu boð um at fyrireika seg til at skula flyta í nátt. 

Støðan í Windehausen, - stutt frá Thürungen, er eisini álvarslig. Har vóru 500 fólk flutt burtur úr økinum jóladag.

Í Hars-fjøllunum sunnanfyri býin Braunschweig, er Oker-byrgingin. Hon letur nú nógv meira vatn út vanligt. Vanliga fara 16 rúmmetrar av vatni út um sekundið, men nú fara 30 rúmmetrar.

Tað ger, at fleiri vegir framvið ánni eru stongdir í økinum.

Í Northeim í Niedersachsen smokkaði ein byrging mánadagin, og 100 íbúgvar í Rinteln máttu flytast burtur haðani gjáramorgunin. 

Veðurvánirnar siga tó frá betri veðri, og í gjár var ikki nógv avfall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265