Fótbóltsspælari og stjóri fulla tíð

Fótbóltsspælari og stjóri fulla tíð
Stjórin á Kjølbro Heilsølu var toppskorari eftir innleiðandi umførini í Champions League, hann vann FM 2023 og bleiv altjóða kendur sum pitsaseljarin við gylta vinstra fótinum
Sambært Árna Frederiksberg ber væl til at sameina fótbólt heima og úti við arbeiðslívið. Stjórin hevur arbeiðið við sær allastaðni - tó ikki á sjálvan vøllin.
Mynd: Eydbii Myndir  
 
05.02.2024 - 12:10

Árni Frederiksberg stendur í umklæðingarrúminum hjá KÍ í Budapest undan seinna dystinum móti ungarska meistaraliðnum Ferencvaros í fyrsta umfari í Champions League.

Teir hava javnleik 0-0 í skjáttuni eftir fyrra dystin móti við Djúpumýru í Klaksvík, og nú skal seinni dysturin spælast. Árni og allir hinir vita, at kjansirnir fyri einum góðum úrsliti eru so sum so.

- Vit væntaðu ikki at fáa tað stóra burturúr. Vit skuldu gera okkara allarbesta og taka tað sum eina uppliving, sigur fótbóltsspælarin, sum seinni bleiv altjóða kendur sum pitsaseljari, laksaarvingur og toppskorari. Maðurin, sum vit í Føroyum bara kenna sum Árni Frederiksberg.

Góðar 45 minuttir seinni er støðan 3-0 til KÍ.

 

01__arni_halvleikur
 
Teir í bláum høvdu eitt sindur ilt við at trúgva, at teir vóru frammanfyri við trimum í hálvleikinum ímóti ungarska stórliðnum

 

Við hesum sigrinum á útivølli í Champions League fór ein søga í gongd, sum næstu vikurnar onga enda tyktiskt at fáa.

Í altjóða miðlum var sagt, at hetta var søgan um humlufluguna, sum ikki átti at kunna flúgva, at hetta var søgan um søguna, sum bara heldur fram við at geva og orð sum ’fyraftensprofferne’ og árnaspark tóku seg upp.

Norskir miðlar hava stóran áhuga fyri føroyska felagnum og serliga Árna Frederiksberg, sum hevur størsta framsøknið uttan fyri vøllin.

 

ki_vs_lille-2.jpg

Caption: 
Fyrsti dysturin í bólkaspælinum var móti LOSC Lille á Tórsvølli, og tá fekk KÍ fyrsta stigið í málleysa javnleikinum.

 

Móttøka fyri stjóranum

Fríggjadagin 3. mars og sama dag, sum KÍ kunnger nýggjan áleypara Sivert Gussiås úr Norra, er ein onnur hending, sum fyllir nógv hjá KÍ-aranum Árna Frederiksberg.

Hendan dagin er móttøka, tí hann hevur tikið við stjórastarvinum á Kjølbro Heilsølu í Klaksvík tann 1. mars.

Í gongini við skiftingarrúmini á niðastu hædd við Djúpumýru gongur næstformaðurin Rúni Heinesen vælklæddur, nú nýggi, norski áleyparin skal almannakunngerast. Tað fer ikki óviðmerkt aftur við borðinum, at næstformaðurin er vælklæddur, og hann flennir vælhýrdur og svarar teimum, sum viðmerkja, at hann skal til móttøku á Kjølbro Heilsølu.

Norski venjarin Magne Hoseth greiðir nýggja áleyparanum frá, at ein av spælarunum er stjóri á einari fyritøku.

- Det hadde aldri skjedd i Norge, leggur høvuðsvenjarin smáflennandi afturat, meðan hann fer inn í venjarahølið, og Sivert Gussiås tykist ikki sørt bilsin um hesa søguna.

 

sivert_gussias_-_pall_a._klettskard.jpg

Caption: 
Norðmaðurin Sivert Gussiås í dystinum millum KÍ og Slovan Bratislava á Tórsvølli tann 30. november 2023. Hann kom til KÍ sama dag, sum móttøka var fyri nýggja stjóranum á Kjølbro Heilsølu, Árna Frederiksberg.

 

Hendan dagin í mars við Djúpumýru hava hvørki venjarin, nýggi áleyparin ella næstformaðurin hóming um, hvat liggur fyri framman hjá KÍ og stjóranum á Kjølbro Heilsølu.

At hann fáa mánaðir seinni fer at skapa yvirskriftir í øllum heiminum. 

 

02_arni_fb_arb
 
Stjórin hevur arbeiðið við sær, tá ið hann fer á ferð við KÍ, men hann ivast í, um kamarsfelagin á ferðunum altíð er so glaður fyri tað.

 

Sunnudagin eftir móttøkuna er fyrsta umfar í landskappingini, og KÍ leggur fyri við at vinna 7-1 á heimavølli móti TB.

Kósin móti føroyameistaraheitinum er bein í landskappingini, og liðið vinnur ein dyst fyri og annan eftir.

Fyri summarsteðgin vinnur liðið 16 dystir á rað og liggur klárt á odda, tá ið Betrideildin fer í summarsteðg í juli.

Í sendingini Fótbóltsprát í Kringvarpi Føroya dagin eftir 2-0 sigur á HB verður ynskt KÍ til lukku við meistaraheitinum – kappingin er komin í helvt.

Men samstundis er eisini greitt, at liðið er útsligið í kappingini um Løgmanssteypið.

 

03_arni_steypakapping
 
Árni Frederiksberg hevur ikki hug til at tosa stórvegis um steypakappingina, men sigur bara, at um tað nakrantíð kundi sigast at koma væl við at verða útsligin úr kappingini um Løgmanssteypið, so var tað í 2023.

 

Truplasta lutakastið

Lutakastið til Champions League er 20. juni, og spenningurin er øgiligur. Tað hevur nógv at siga fyri evropeisku úrslitini, at lutakastið er gott.

Breið semja er um, at truplasta liðið er Ferencvaros úr Ungarn, og júst tað liðið kemur upp úr glasbollanum í sveisiska býnum Nyon og fer í sama bólk sum KÍ.

Tað var ikki akkurát tað, sum KÍ-ararnir og nevndin í felagnum høvdu ynskt sær, men liðið fekk eitt úrslit, sum bara tey djarvastu høvdu torað at droymt um. 

 

230720_DV_KI_DYSTUR
 
Ovfarakæti ræður hjá 'lokalu' frásøgumonnunum, sum siga frá KÍ-sigrinum í Budapest.

 

Tóku av fyrsta kjansinum

3-0 sigurin í Ungarn ekkóar gjøgnum alt Evropa.

KÍ hevur gjørt nakað risastórt, og nú hevur liðið tríggjar møguleikar til at spæla seg í eitt bólkaspæl.

Klaksvík kókar altíð í fótbóltsfepri, tá ið tað gongst KÍ væl, og summarið 2023 er fepurin so nógvur, sum ongantíð áður.

KÍ hevur tríggjar kjansir til at vinna seg í eitt bólkaspæl, og mikukvøldini 26. juli og 2. august 2023 spælir Kí móti svensku meistarunum BK Häcken. Fyrra kvøldið í Klaksvík, og seinna kvøldið í Gøteborg.

Vinnur KÍ á Häcken, so er plássið í einum bólkaspæli tryggjað. Og tað er akkurát tað, sum hendir í Gøteborg hetta vakra summarkvøldið í august.

 

04_arni_vegard_brotsspark
 
Árni Frederiksberg stendur undir liðini á liðskiparanum Jákupi B. Andreasen, tá ið Vegard Forren skal taka avgerandi brotssparkið í móti BK Häcken. Teir ivast ikki í, at norðmaðurin fer at skora.
 
 
Forskrektu norsku meistararnar

Eftir at svensku meistararnir høvdu rent føturnar í KÍ-maskinuna, er næsta mótstøðuliðið norska meistaraliðið Molde.

Gamla liðið hjá bæði Magna Hoseth, venjara, og Daniel Berg Hestad, hjálparvenjara.

Hetta dámar spælarunum væl, meðan venjararnir kanska hava eina øðrvísi áskoðan.

- Vit høvdu ikki spælt móti svensku meistarunum, tá ið lutakastið var, so teimum dámdu ikki, at vit tosaðu ov nógv um, at vit skuldu møta Molde. Men vit argaðu teir sjálvandi, sigur Árni Frederiksberg flennandi.

Og tað gerst eisini ein av minningarríkastu dystunum í 2023 á Tórsvølli.

 

230810_DV_KI_1
 
Hetta er triðja umfar í Champions League, og tað er útselt á Tórsvølli. Í Klaksvík er alt á gosi, eftir at Árni Frederiksberg við tveimum framúr málum tryggjar KÍ sigurin á Molde.

 

Og so eksploderar miðlaheimurin.

Altjóða pressan hevur funnið útav, at eitt lið við monnum, sum arbeiða við síðuna av fótbóltinum, hevur tveitt bæði ungarsku og svensku meistararnar úr Champions League og er í ferð við at gera tað sama við norsku meistararnar. 

Telefonirnar hjá spælarunum ringja út í eitt. Øll vilja tosa við teir.

- Hetta var ótrúliga spennandi og stuttlig tíð, men tá ið eg hyggi aftur á alt, so haldi eg, at tað kanska hevði verið snilt at hildið eitt sindur av frástøðu til okkurt, sigur Árni Frederiksberg í dag. 

 
 
230810_DV_KI_2

 

Í dystinum á Tórsvølli løgdu norsku meistararnir seg framum 0-1, men KÍ og Árni Frederiksberg vildu tað øðrvísi.

Runavíkingurin skoraði tvær ferðir og kom við báðum málunum upp á ovasta pláss á toppskoraralistanum í innleiðandi kappingini til Champions League.

Eina viku seinni fara klaksvíkingar til Molde. Ferðalagið er stórt, og eini 4-500 KÍ-áskoðarar eru til dystin.

Tvey flogfør fara úr Føroyum, men hóast dygga stuðulin, so eru norðmenn skarpari og betri á heimavølli.

Molde vinnur 2-0, og harvið er KÍ sligið út úr Champions League 2023. Eitt fet frá play-off dystinum.

Og tá ið innleiðandi umførini eru av, er KÍ-liðið klárt til søguliga bólkaspælið í UEFA Evropa Conference League.

Hóast tað er føroysk fótbóltssøga, so tykist ein farri av vónbroti vera millum fólk.

Summi høvdu helst sæð fyri sær, at tað kundi fara at eydnast KÍ at spæla seg í annað av teimum ”fínaru” bólkaspølunum: Evropa League ella enntá Champions League.

Men soleiðis hava spælararnir tað ikki, sigur Árni Frederiksberg, sum minnir á, hvussu ómetaliga stórt tað er, at eitt føroyskt lið yvirhøvur megnar at spæla seg í eitt bólkaspæl.

 

07_arni_vonbrot

 

Eitt koronu spøkilsi

Tá ið lutakastið til sjálvt bólkaspælið fer fram, sita KÍ’ararnir í ymsum flogførum á veg heim úr Transnistria í Moldova eftir dystin móti Sherif Tiraspol.

Í einum flogfari á fráfaringarbreytini í Wien, sum fer á flog til Danmarkar hvørja løtu, situr størsti parturin av ferðalagnum og fylgir við.

Tá ið tað er greitt, at KÍ er í sama bólki sum Slovan Bratislava, hoyrast varlig flenn.

Koronu søgan frá 2020 kemur teimum flestu til hugs, og tann 21. september 2023 fer KÍ til Slovakia at spæla fyrsta dystin í bólkaspælinum móti Slovan Bratislava.

Var nakar, ið stúrdi fyri móttøku og viðferð undan dystinum, gjørdu slovakisku vertirnir øllum til skammar, og vóru klaksvíkingar væl móttiknir í Bratislava.

 

Fýra stig í bólkaspælinum

Seks dystir eru í bólkaspælinum, og KÍ tapir tann fyrsta fyri Slovan Bratislava á útivølli. Síðan koma tveir dystir heima. 

Liðið stríðir seg til javnleik móti franska liðnum LOSC Lille og vinnur sannførandi 3-0 á Olimpija Ljubljana.

KÍ skrivar aftur søgu og vinnur sær fýra stig í fyrstu trimum dystunum í bólkaspælinum.

Fleiri stig koma ikki á kontuna í hesum bólkaspælinum, tí KÍ tapir seinastu tríggjar dystirnar. Úti móti Olimpija Ljubljana, heima móti Slovan Bratislava og so úti móti LOSC Lille.

Árni Frederiksberg fær reytt kort í Ljubljana og hevur tí leikbann í dystinum móti Slovan Bratislava á Tórsvølli. Og í seinasta dystinum móti LOSC í Lille spælir KÍ ein framúr fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki tykist sum at grús er komið í maskinuna.

Trý brotsspørk til heimaliðið og tvey reyð kort til útiliðið.

KÍ tapir síðsta dystin 3-0, sum eisini er størsta tapið hjá liðnum í evropeisku dystunum í 2023.

 

ki_-_olimpija_ljubljana_-4.jpg

Caption: 
Fyrsti sigurin í einum evropeiskum bólkaspæli var veruleiki, tá ið KÍ vann 3-0 á heimavølli móti slovenska Olimpija Ljubljana.

 

Farið heim og hvílið tykkum

Tá ið liðið hittist aftur á hotellinum í Lille eftir dystin, er eitt serligt huglag at hóma, hóast tapið fyri Lille svíður. Nú eru menn farnir at hugsa um, at frítíð liggur fyri framman eftir longsta kappingárið í søgu felagsins.

Seinastu orðini hjá venjaranum Magna Hoseth vóru:

- Farið heim og takið tykkum av familjuni og verið um hana. Hvílið tykkum – serliga tit, sum hava spælt nógv í vetur. So síggjast vit í januar.

Umleiðs ein mánað seinni hevði Magne Hoseth skrivað undir sáttmála við danska superligu felagið Lyngby, og hann verður tí ikki at síggja í KÍ 2024.

Nýggi venjarin eitur Haakon Lunov og er eisini norðmaður.

- Evropeiska bólkaspælið hevur verið ein framúr uppliving, men ítróttaliga var ferðin í bólkaspælið meira spennandi og størri uppliving enn sjálvt bólkaspælið, heldur Árni Frederiksberg, nú hann hyggur aftur á kappingarárið 2023.

 
08_arni_bolkaspael

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216