Topp 10: Mest lisnu greinarnar her á kvf.fo

Topp 10: Mest lisnu greinarnar her á kvf.fo
Snarhúsini, ið gjørdust ein marra, gjørdist søgan her á heimasíðuni, sum fangaði áhugan hjá flest fólkum í 2023. Her eru topp 10 yvir mest lisnu greinarnar á kvf.fo í 2023
Nakrar av søgunum, ið hava fylt nógv á kvf.fo í 2023
 
01.01.2024 - 17:00

1) Snarhús gjørdust ein marra

Søgan um Jacobu Christensen, Hallur Egilsnes og børnini, hvørs dreymahús gjørdust ein marran, er mest lisna greinin her á kvf.fo í 2023. Húsini vóru somikið illa gjørd, at tað mesta skuldi gerast umaftur.

Hits: 33800

20230608_DREYMAHUSINI_EIN_MARRA
 

2) Tey sungu um allar Føroyar

Tá morgunsendingin heitti á føroyingar um at syngja við, vóru tey mong, sum tóku av møguleikanum.

Hits: 31600

GMF_-_Ro_v2

 

3) Berin 20 ár: Mamman doyði í barsilssong

Tað skar í hjartað, tá níggju ára gamla Ann Julin í stuðulssendingini fyri Beran, ið fylti 20 ár, greiddi frá, hvussu tað var ikki at hava eina mammu. "Eg havi tað ringt, tí eg havi onga mammu," segði Ann Julin. Mamman, ið eisini æt Ann Julin, doyði í barsilssong, tá Ann Julin varð fødd. 

Hits: 31400

20230228_NET_BERIN_03_MAMMAN_ANDADIST

 

4) LIVE Eysturríki-Føroyar: Fylg við dystinum her

Fólk fylgdu væl við í avgerandi hondbóltslandsdystinum hjá monnum móti Eysturríki. Dysturin kundi tryggja føroyska manslandsliðnum sína fyrstu luttøku nakrantíð við eitt EM-endaspæl í hondbólti. LIVE-bloggurin frá dystinum her á kvf.fo gjørdist trið mest lisna greinin í 2023.

Hits: 29100 

>>Sí greinina her.

 

5) Stúra fyri hvørjari nátt

Søgan um Trygva og Holberg Bernhardson, sum eru heimleysir og tí ofta sova úti, vakti ans millum føroyingar. 

Hits: 28400

20230926_STURA_FYRI_HVORJARI_NATT

 

6) Omma rópar neyðarróp

Birna Ziska Larsen á Oyrarbakka heldur ikki at ferðslutrygdin í bygdini er lagi, og nógv nýttu høvið at lesa um, hvussu hon tók málið um ferðslutrygdina í egnar hendur.

Hits: 27100

20230707_OMMA_ROPAR_NEYDARROP

 

7) VIDEO: "Røvarar og politi" í Skopunarfirði

Paul Watson fekk nógva umtalu, tá hann var her við skipi sínum John Paul DeJoria í fjørsummar. Serliga hendingini, tá Brimil og Tjaldrið jakstraðu John Paul DeJoria í Skopunarfirði, og Paul Watson stakk halan millum beinini, hugtók føroyingar. 

Hits: 26700

20230719_NET_WATSON_I_FOROYUM

 

8) Ukrainskur hermaður hvílir undir Bøsdalafossi

Tað vakti ans millum føroyingar, tá øskan frá einum ukrainskum hermanni var spreidd út yvir Bøsdalafoss í Vágunum. Hetta var nakað, ið Stanislav Horbovtsov sjálvur hevði ynskt. 

Hits: 25900 

20230807_HVILIR_UNDIR_BOSDALAFOSSI

 

9) Bakarí meldað til løgregluna

Søgan um, at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevði meldað Miðberg bakarí fylti ikki nógv í vavi, men hon fylti nógv millum føroyingar, tí greinin endaði á einum áttanada plássi yvir mest lisnu greinarnar her á heimasíðuni.

Hits: 23900

>>Sí greinina her. 

 

10) Giftist kvinnu hann ikki kendi

- Higartil hevur tað ikki riggað at finna mær maka upp á tann vanliga mátan, so tí valdi eg at melda meg til Gift ved første blik, sigur Martin D. Brodersen.

Hits: 23600

1618791

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232