Nýggjársbál ávirkað av veðrinum

Nýggjársbál ávirkað av veðrinum
Í treytunum fyri nýggjársbál stendur, at veðrið skal vera til vildar og vindferðin skal í mesta laga vera 15 m/s
 
30.12.2023 - 12:18

Nógv nýggjársbál vera uttan iva fyrireikaði til í annaðkvøld.

Millum aðrar Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar Kommuna heita á sínar borgarar um at boða frá, um skipað verður fyri nýggjársbál.

Søkjast skal um loyvi frá kommununum, ið síðani góðkenna nýggjársbálini við ávísum treytum.

Eitt nú er bert loyvi at brenna reinan, óviðgjørdan og turran við, og eisini skulu nýggjársbál vera í mesta lagi tríggjar metrar í tvørmát og tveir metrar í hædd.

Fer støddin uppum, skal sløkkiliðið góðkenna bálið við sýni á staðnum. 

Og ein onnur treyt, sum kann vera torfør at lúka í annaðkvøld, er veðrið. 

Í treytunum fyri nýggjársbál stendur, at veðrið skal vera til vildar og vindferðin skal í mesta laga vera 15 m/s.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265