- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vestmanna er ein vøkur bygd við nógvum møguleikum
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan, og Nina Arge, arkitektur við eftirútbúgving innan býarskipan, og saman við teimum er Kulfaktor Føroya á ferð í Vestmanna.
Millum annað vísa tey á smølu og krókutu vegirnar og mongu áirnar og brúgvarnar, ið hava við sær nøkur frálík uttandura býar- ella bygdarúm, ið eru í tráð við tankarnar hjá slóðbrótandi arkitektinum, Jan Gehl.
Eisini vísa tey á fleiri av teimum bláu økjunum, ið eru sjógvur og sjóvarmáli, samstundis sum tey gera vart við at hetta er týðandi mentanararvur og góð trivnaðarøki.
Umráðandi at fara rætt fram
Men umráðandi er at fara rætt fram, tá ið bláu økini og gomlu neystini verða dagførd og umvæld – og har eru viðurskifti, ið krevja bata.
Eisini Vestmanna kirkja fær góð skoðsmál eins og guli handilin, ið eftir ætlan skal gerast til fornminnissavn.
Sámal vísur eisini á týdningin av at bygdir og býir hava eitt skúlaumhvørvi. Og Miðnám í Vestmanna er eitt risastórt aktiv fyri bygdina.
Nina Arge nevnur eisini nakrar av teimum eldru vinnubygningunum í Vestmanna sum dømi um góða bygging, tí her er talan um bygningar, ið hava tað rætta støddarlutfalli, samstundis sum sniðið tekur seg væl út.
Kulfaktorurin í Vestmanna er 10 við píli uppeftir
Borgarstjórin í Vestmanna, Bjørg á Rógvu, er ikki í iva, at Vestmanna hevur kulfaktor 10 við píli uppeftir.
Hon nemur við fleiri av teimum viðurskiftunum, sum mynda Vestmanna.
Eisini ger Bjørg á Rógvu vart við, at tað hevur týdning at bygdin framvegis verður ment. Og tí er skjøtil eisini settur á eina menningarætlan fyri Vestmanna.
Vestmannatunnilin má gerast
Men samstundis ger hon vart við, at skulu fleiri fólk flyta til Vestmannar, er tað av avgjørdum týdningi at Vestmannatunnilin verður gjørdur.
Fólk stúra fyri Vestmannavegnum á vetri tá ið tað er kalt og hált, og tað fær møguligar tilflytarar at halda seg burtur. Og hesum er Sámal Matras Kristiansen samdur í.
Bjørg á Rógvu nevnir eisini kirkjugarðin, sum Gudmund S. Hansen, arkitektur, teknaði, og sum er eitt dømi um eitt vakurt uttandura rúm, sum samstundis tænur sínum endamáli til fulnar.
Heimið á Grønanesi
Tá ið talan er um góðan og nýmótans arkitektur, nevndir Nina Arge Heimið á Grønanesi, har ið nógv av tí, sum eyðkennir góða bygging innan heilsuøkið uttanlands, er at finna. Kanningar aðrastaðni vísa eisini at tað er ein sannroynd, at góður arkitekturur innan heilsuøkið ávirkar heilsustøðuna rættan vegin, sigur Nina.
Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya, spurdu vit eisini hvussu ofta fólk ferðast til Vestmanna:
- 1,6 prosent søgdu dagliga ella fleiri ferðir um vikuna.
- 9 prosent søgdu nakrar ferðir um mánaðin.
- 57,2 prosent søgdu eina ferð um árið ella minni. 2 prosent svaraðu at tey búgva í Vestmanna.
- 30,2 prosent søgdu at tey ongantíð ferðaðust til Vestmannar.
Gløgt er gestsins eyga er táttur, har ið ein tilflytari skrivar og lesur eina hugleiðing, ið viðkomandi hevur skrivað. Og hesuferð er tað Magnus Gaard, ið er úr Havn og búsitandi í Vestmanna, ið fær høvið.
Tú kanst hoyra Kulfaktor Føroya-sendingina úr Vestmanna her:
Hvat heldur tú?