Sjógæti gevst á Eiði

Sjógæti gevst á Eiði
Sjógæti gevst nú við sínum virksemi á Eiði
Sjógæti gevst nú við øllum virkseminum á Eiði
 
30.12.2023 - 18:20

Tað váttar Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjógæti.

Tað var í 2019, at Sjógæti keypti gamla flakavirkð Norðís á Eiði og byrjaði at taka móti útróðrarfiski.  

Men nú loysir tað virksemið seg ikki longur.

- Vit hava havt okkara síðsta arbeiðsdag í dag. Virkið er gamalt og tað er minni og minni fiskur, sum kemur upp á land. Vit halda tó fram við øllum okkara virksemi á Norðskála, sigur Hans Marius í Byrgi í stuttari viðmerking.

25 fólk hava starvast á virkinum á Eiði. 

- Nakað av virkseminum á Eiði flytir til Norðskála. Fleiri av starvsfólkunum á Eiði halda fram á Norðskála, sigur Hans Marius í Byrgi. 

Sjógæti hevur tó ikki frá 1. januar arbeiða til øll teirra, sum hava starvast á virkinum á Eiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265