Taks krevur tøkugjald fyri neyðslaktaðan laks

Taks krevur tøkugjald fyri neyðslaktaðan laks
Bakkafrost heldur hinvegin uppá, at tøkugjald skal ikki gjaldast fyri laks, sum landsdjóralæknin krevur tiknan, tí hann er tá tikin í ótíð
Landsdjóralæknin kann krevja neyðslakt, at allur laksurin í ringinum verður tikin, tá talan er um sjúku í alibrúki. (Savnsmynd)
 
09.01.2024 - 09:53

Eitt prinsipelt mál um at skatta alivinnuna er á veg í Føroya rætt.

Bakkafrost Farming hevur stevnt Taks, tí Taks krevur tøkugjald fyri laks, sum er tikin eftir kravboðum frá landsdjóralæknanum.

Landsdjóralæknin kann krevja neyðslakt, at allur laksurin í ringinum verður tikin, tá talan er um sjúku í alibrúki.

Taks sigur, at tøkugjald skal gjaldast fyri slíkan fisk.

 

Ikki so nógv verdur

Bakkafrost heldur uppá, at tøkugjald skal ikki gjaldast fyri laks, sum landsdjóralæknin krevur tiknan, tí hann er tá tikin í ótíð. 

Hann er tí ikki so nógv verdur, sum hann er, tá hann er fullvaksin, ella hevur gingið í ringunum ta tíð, teir eiga at vera.

Talan er um neyðslakt í tveimum førum á Gøtuvík.

Fyrireikandi fundur verður í Føroya rætti fríggjadagin í næstu viku.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058