Flokkurin verður niðurlagdur, men forkvinnan heldur fram í politikki

Flokkurin verður niðurlagdur, men forkvinnan heldur fram í politikki
Pernille Vermund, forkvinna í Nye Borgerlige, heldur, at tað eru ov nógvir borgarligir flokkar í fólkatinginum
 
10.01.2024 - 14:30

Flokkurin Nye Borgerlige verður niðurlagdur, men forkvinnan, Pernille Vermund, ætlar ikki at gevast í politikki. 

Hon vil tó ikki siga, hvønn flokk hon ætlar sær uppí, og fyribils verður hon uttanflokka í fólkatinginum. 

Pernille Vermund heldur, at tað eru ov nógvir borgarligir flokkar í fólkatinginum.

- Vit skulu endurreisa borgarliga Danmark, og tørvur er at savna øll tey góðu borgarligu fólkini, men í færri flokkum, sigur hon.

 

Bara tveir eftir

Nye Borgerlige fekk seks sessir á fólkatingsvalinum 1. november 2022.

Men ósemjur hava gjørt, at fleiri eru annaðhvørt farin ella koyrd úr flokkinum, og í løtuni eru bara tveir fóllkatingslimir eftir. Teir vera nú uttanflokka í fólkatinginum.

Sambært donskum miðlum hava Liberal Alliance, Vinstriflokkurin og Danmarksdemokratarnir, sum hoyra til borgarliga veingin í fólkatinginum, dyrnar á gloppi at fáa fólkatingslimirnar hjá Nye Borgerliga uppí hjá sær. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928