Løntakararnir settu met í desember

Løntakararnir settu met í desember
Størsti vøksturin er í byggivinnuni og í almennari tænastu
Í desember vóru 14.700 menn løntakarar og 14.000 kvinnur. (Savnsmynd)
 
11.01.2024 - 09:35

Í desember í fjør vóru 1,4 prosent fleiri løntakarar í Føroyum enn í desember 2022.

420 fleiri løntakarar vóru í desember í fjør enn í desember 2022. 

Løntakaratalið í desember í fjør var 28.740, og tað er met, skrivar Hagstovan.

Lutfalsliga fleiri kvinnur eru komnar aftrat í løntakaraskaranum.

Í desember vóru 14.700 menn løntakarar og 14.000 kvinnur.

Vøksturin hjá kvinnum er 2,1 prosent og 0,8 prosent hjá monnum.

Størsti vøksturin er í  byggivinnununi og í almennari tænastu.

 

7,6 prosent útlendskir løntakarar

Ein løntakari er í hesum høpinum millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og býr í Føroyum, tá hann ella hon fáa løn.

Útlendskir ríkisborgarar gerast fleiri í løntakaraskaranum.

Í desember í fjør vóru 7,6 prosent av løntakarunum útlendskir ríkisborgarar. 

Í desember 2022 vóru sjey prosent útlendingar. Fyri fimm árum síðani var talið 4,5 prosent. 

Løntakaraskarin var góð 400 fólk størri í desember í fjør enn í desember 2022.

Útlendskir ríkisborgarar eiga næstan helvtina, 44 prosent, av vøkstrinum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532