Orkað meldað til løgregluna

Orkað meldað til løgregluna
Brúkaraumboðið hevur meldað fyritøkuna Orkað til løgregluna fyri at hava framt brot á marknaðarføringslógina
 
11.01.2024 - 17:48

Brúkaraumboðið hevur fingið tríggjar fráboðanir um, at Sp/f 16, undir navninum Orkað, hevur ringt ella smsa til borgarar við tilboði um at reinsa skorsteinin, nú tey verða í økinum.

Sambært grein 6 í marknaðarføringslógini er tað ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti, - so sum telduposti, sms ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um tað. Tað merkir, at tað er bannað uttan samtykki at ringja til borgarar fyri at selja eina vøru, skrivar Brúkaraumboðið á heimasíðu síni.

Brúkaraumboðið metir eisini, at skerpandi umstøður eru í hesum máli, tí Orkað í nøkrum førum hevur ringt fleiri ferðir til somu borgarar, hóast teir hava sagt, at teir ikki vilja, at felagið ringir til teir.

Brot á grein 6 í marknaðarføringslógini verður revsað við bót.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083