Ætlanin um tænastumannakanning eigur at verða slept

Ætlanin um tænastumannakanning eigur at verða slept
Advokaturin hjá Turið Arge, aðalstjóra, heldur, at Løgmansskrivstovan hevur tikið støðu í málinum uttan at fyrihalda seg til frágreiðingina frá aðalstjóranum
Turið Arge er ikki til arbeiðis, meðan agamálið gongur. (Savnsmynd: Bjarni Àrting Rubeksen)
 
12.01.2024 - 09:44

Aðalstjórin í Heilsumálaráðnum heldur seg einki skeivt hava gjørt, og Turið Arge biður Løgmansskrivstovuna um at sleppa ætlanini at seta í verk tænastumannakanning.

Turið Arge hevur umvegis advokat nú svarað ætlanarskrivinum frá Løgmansskrivstovuni, sum 27. desember gjørdi henni greitt, at grundaður varhugi er um, at hon sum aðalstjóri hevur sett til viks sínar skyldur, hevur brotið tænastumannalógina, og tí kann rokna við eini tænastumannakanning, ið kann enda við uppsøgn.

Turið Arge er púra ósamd.

Tað vísir svarskrivið, sum hennara advokatur hevur gjørt, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

 

Turið Arge biður Løgmansskrivstovuna um at sleppa ætlanini um at seta tænastumannakanning í verk. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Einki grundarlag fyri niðurstøðuni

Sambært advokatinum hjá aðalstjóranum hevur Løgmansskrivstovan onki grundarlag fyri at koma til ta niðurstøðu, at nakar hevur havt intentión ella ætlan um ikki at upplýsa innlitsmálið til fulnar - fyrst fyri Kringvarpinum og síðani fyri Umboðsmanninum.

Sambært advokatinum hevur aðalstjórin einki gjørt, sum elvir til, at hon hevur sett til viks tær skyldur, sum áliggja einum aðalstjóra.

Advokaturin hjá Turið Arge leggur Løgmansskrivstovuna undir at hava tikið støðu í málinum uttan at hava lurtað eftir og fyrihildið seg til ta frágreiðing, sum aðalstjórin gav Løgmansskrivstovuni fyri jól. 

 

Løgmaður skal nú gera av, um tænastumannakanning skal setast í verk. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Málið aftur hjá løgmanni

Turið Arge heldur tí ikki, at grundarlag er fyri at seta í verk tænastumannakanning og biður Løgmansskrivstovuna um at sleppa hesi ætlan.

Nú Turið Arge hevur svarað ætlanarskrivinum, liggur málið aftur hjá løgmanni. Hann skal nú gera av, um tænastumannakanning skal setast í verk. 

Turið Arge er ikki til arbeiðis, so leingi agamálið gongur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083