Fríðrikur verður kongur í dag

Fríðrikur verður kongur í dag
Klokkan eitt kemur ríkisráðið saman, og Margretha Drotning skrivar undir uppá, at hon leggur frá sær. Krúnprinsurin verður kongur í tí løtu, at drotningin skrivar undir.
 
14.01.2024 - 10:09

Í dag verður Fríðrikur krúnprinsur tilnevndur kongur og Margretha drotning leggur frá sær.

Klokkan 13 føroyska tíð kemur ríkisráðið saman á Christiansborg. Margretha drotnng, Fríðrikur krúnprinsur og Christian prinsur eru við í ríkisráðnum, í dag. 

Margretha Drotning skrivar undir uppá at hon leggur frá sær og í tí løtu, at hon hevur skrivað undir verður Fríðrikur tilnevndur kongur

Klokkan tvey talar hann frá balkongini á Christiansborg. 

Fyri at staðfesta skiftið koyrir Fríðirkur, sum tá eitur Fríðrikur kongur 10-undi frá Christiansborg í karet og Drotningin í bili. 

Tað ger hann klokkan hálvgum fýra seinnapartin.

Sjónvarpið samsendir í dag við TV2 í sambandi við at Fríðrikur verður kongur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083