Friðarligt í nátt

Friðarligt í nátt
Fá fólk vóru í býnum í nátt og fólk vóru í góðum lag.
 
14.01.2024 - 10:25

Hóast megnarbragdið hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, vóru fá fólk í býnum í Havn.

Tey sum vóru, vóru í góðum, sigur løgreglan, sum var í býnum í nátt. 

Fleiri túsund føroyingar eru staddir í Berlin, og tað er helst orsøkin, men tey hava heldur einki hoyrt frá løgregluni í Týsklandi, sigur vakthavandi á politistøðini. 

Tað høvdu tey annars fyrireikað seg til, tí kemur ein føroyingur illa fyri ella skal eyðmerkjast av ein hvørjari orsøk er ikki óvanligt at løgreglan uttanlands setir seg í samband við løgregluna herheima.

Tí høvdu tey fyrireika seg uppá at hoyra frá Berlin, sigur vakthavandi á politistøðini.

 

Hálkan kom tó óvart á í gjárkvøldið og okkurt óhapp var í Havn í sambandi við tað. 

Ein 17 ára gamla var tikin fyri at koyra uttan koyrikort - hann kann fáa upp í 5000 krónur í bót.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083