Fríðrikur er nú kongur í Danmark

Fríðrikur er nú kongur í Danmark
Tað var ein rørdur kongur, sum heilsaði uppá stóru mannamúgvuna á slotsplássinum frammanfyri Christiansborg klokkan tvey seinnapartin.
 
14.01.2024 - 14:52

Klokkan 13 kom ríkisráðið saman. Margreta drotning skrivaði undir, at hon legði frá sær, og í tí sama gjørdist Fríðrikur kongur og kallast nú Fríðrikur 10.

Tað var ein ikki sørt rørdur Fríðrikur, sum fleiri ferðir mátti turka okkurt tárið úr eygnakrókinum.

Mette Frederiksen forsætisharri lýsti hann kong at vera klokkan 14 á balkongini á Christiansborg og eftir hetta helt kongurin eina røðu, har hann millum annað segði, at hann vildi vera ein savnandi kongur.

Hann rósti eisini drotningini fyri at hava verið ein serlig drotning, sum var eitt við sítt kongaríki.

At enda avdúkaði nýggi kongurin sítt leiðaraorð, sum kemur at eyðkenna hansara skeið og tað er "Forbundne, forpligtet for kongeriget Danmark".

Gøturnar í Keypmannahavn hava verið á tremur við fólki allan seinnapartin og móttøkan av nýggja konginum var hjartalig og heit eru danskir viðmerkjarar samdir um.

Kongsparið koyrdu síðani í karet frá Christiansborg til Amalienborg, har tey vinkaðu til túsundtals fólk, sum vóru komnir at heiðra tey,

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083