Leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum til umrøðu

Leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum til umrøðu
Fyrsti fundurin millum landsstýrismannin og ymsu starvsbólkarnar verður í dag
 
03.10.2013 - 14:06

Tvørrandi áhugin millum læknar at søkja varastjórastarvið á Landssjúkrahúsinum reisir sjálvsagt spurningin um leiðslubygnaðurin er hin rætti.

Tí fari eg nú saman við avvarðandi pørtum gjølla at viðgera hendan spurningin, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í tíðindaskrivi.

Í tveimum umførum hevur Heilsumálaráðið lýst leyst starvið sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum.

Sum vanlig mannagongd er, so hevur setanarnevnd mett um umsóknirnar og gjørt tilmæli til landsstýrismannin at taka støðu til.

Bert ein umsøkjari hevur verið til starvið og metti ein meiriluti í nevndini ikki, at umsøkjarin var skikkaður.

Eg valdi at fylgja tilmælinum frá meirilutanum. Lítli áhugin fyri starvinum reisir fleiri spurningar, sum eg ynski at fáa lýstar og svaraðar, áðrenn onnur stig vera tikin.

Eg fari tí nú saman við Heilsumálaráðnum undir at viðgera leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.

Sum eg segði við útvarpið, so snýr tað seg um at finna fram eina loysn, sum er minst líka góð ella betri fyri tænastuna til sjúklingarnar.

Eingin avgerð verður tikin í óðum verkum.

Sum vanligt er í málum sum hesum, fari eg viðgera spurningin grundiga og gjølla saman við avvarðandi pørtum, eitt nú sjúkrahúsleiðsluni, Læknafelagið, Serlæknafelagið, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Felagið Yngri læknar og øllum øðrum fakbólkum, sum starvast á Landssjúkrahúsinum.

Fyrsti fundurin í hesum høpi verður í dag seinnapartin, skrivar landsstýrismaðurin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097