Búskaparráðið leggur fram haldføriskanning

Búskaparráðið leggur fram haldføriskanning
Umframt vár- og heystfrágreiðing kann Búskaparráðið gera temafrágreiðingar, og haldføriskanningin er temafrágreiðing
Búskaparráðið hevur eina ferð fyrr gjørt eina haldføriskanning, tað var í sambandi við árligu heystfrágreiðingina í 2015.
 
16.01.2024 - 10:41

Klokkan eitt í dag leggur Búskaparráðið fram haldsføriskanning í Smæruni í Havn.

Búskaparráðið ger vanliga ein várfrágreiðing í mars og eina heystfrágreiðing í september, men kann harumframt eisini gera temafrágreiðingar. 

Haldføriskanningin, sum verður løgd fram í dag, er ein temafrágreiðing.

Búskaparráðið hevur eina ferð fyrr gjørt eina haldføriskanning, tað var í sambandi við árligu heystfrágreiðingina í 2015.

 

Malan Johansen er stjóri í Landsbankanum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hevur týdning

- Tað er av týdningi at gera haldføriskanningar fyri at tryggja ein haldføran búskap, so vit ikki senda rokningar víðari til næsta ættarlið. Tað er neyðugt, at politikarar hyggja longur fram enn sítt egna valskeið, sigur Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum. 

Landsbankin er skrivari hjá Búskaparráðnum. 

Haldsføriskanningin, sum verður løgd fram í dag, byggir á ein frymil, sum danska fyritøkan Dream upprunaliga menti til Grønland.

Frymilin er síðani lagaður til føroysk viðurskifti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815