Fritzl vil sleppa í vanligt fongsul ella á røktarheim

Fritzl vil sleppa í vanligt fongsul ella á røktarheim
Maðurin, sum hevði dóttrina í kynsligum trælahaldi í 24 ár og fekk sjey børn við henni, kann verða royndarleyslatin í ár
Josef Fritzl játtaði seg sekan í øllum ákærunum, og hevur síðani sitið í psykiatriskum fongsli. (Savnsmynd: Sky News)
 
16.01.2024 - 11:20

Josef Fritzl - maðurin sum í 2009 var dømdur fyri at hava hildið dóttur sína í kynsligum trælahaldi og fyri at hava fingið sjey børn við henni - biður nú um at verða fluttur í vanligt fongsul ella á røktarheim.

Fritzl er nú 88 ára gamal og kann verða royndarleyslatin í ár. 

Og sannlíkindi eru fyri tí. Sambært eini psykiatriskari kanning, er Josef Fritzl ikki longur ein hóttan móti almenninginum, millum annað tí, hann sigst verða vorðin dementur.

Ræðuleikarnir heima hjá Josef Fritzl í býnum Amstetten í Eysturríki byrjaðu í 1984, tá ið Josef Fritzl lumpaði tá 18 ára gomlu dóttur sína niður í kjallaran í húsunum, har familjan búði, doyvdi hana og legði hana í hondjørn.

 

Fangi í 24 ár

Ikki fyrr enn 24 ár seinni slapp hon út. Hesi árini hevði hon átt sjey børn, eitt barn doyði eftir føðing í 1996.

Fritzl var í 2009 dømdur fyri siðamisbrot, neyðtøku, noyðslu, avbyrging, trælahald og óviljað manndráp. 

Hann játtaði seg sekan í øllum ákærunum, og hevur síðani sitið í psykiatriskum fongsli. 

Hann hevur tó fleiri ferðir biðið um at verða latin leysur, men eysturríkskir myndugleikar hava havnað umbønini.

Tað er ikki greitt, nær avgerð verður tikin, um hann skal latast leysur, skrivar TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678