Til OL á øðrum sinni

Til OL á øðrum sinni
Í 2023 gjørdi Sverri Nielsen av at seta seg við árarnar aftur og róði seg enn eina ferð til OL. Nú fyrireikar hann seg til risa avbjóðingina í summar – hesa ferð í París
Sverri Sandberg Nielsen skal royna seg í einkultskullara á øðrum sinni á olympisku leikunum í París í summar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.01.2024 - 12:56

Árið er 2021, og Sverri Sandberg Nielsen hevur róð seg til eitt fjórða pláss í OL. Men hann er vónbrotin. Tað er ólavsøka, og hóast koronuavmarkingar merkja størstu ítróttakappingina í heiminum, so standa fólk stúvað saman á Kongabrúnni í Havn og síggja føroyingin rógva í Tokyo. 

Tey síggja eisini, hvussu vónbrotin hann er eftir róðurin, hóast hann bleiv nummar fýra. Málið var heiðursmerkið, og tí rakk hann ikki. 

Stutt eftir hetta ger sterki miðvingurin av at taka seg burtur úr rógvingini í nakrar mánaðir. 

- Eg var troyttur upp undir OL. Tað bleiv so løgið, tí tað skuldi jú vera OL 2020, men so bleiv tað 2021. Fyrireikingin bleiv longd upp í fimm ár heldur enn fýra, og tað setti síni spor, greiðir Sverri Nielsen frá. 

Sverri ætlaði sær at gevast. Hann helt tað vera tað rætta tá.

Men tað bleiv til ein steðg ístaðin, tí einar seks-átta mánaðir seinni fór hann aftur at rógva so spakuliga. Kanska einamest fyri at finna orsøkina til at gevast, men hon var ikki har. 

 

02_sverri_um_at_koma_aftur
 
Sverri Sandberg Nielsen leitaði eftir eini orsøk til ikki at royna eina ferð afturat, men hann fann onga.

 

Og í 2023 hevur hann róð bæði World Cup, EM og HM. Úrslitini hava verið góð sum heild, men hann er serliga vónbrotin um HM-finaluna.

 

 

Í heimsmeistarakappingini gekk tað væl bæði í innleiðandi, fjórðingsfinaluni og hálvfinaluni, sum tryggjaði honum pláss í A-finaluni og OL luttøkuna.

Men í sjálvari A-finaluni kom Sverri á mál sum nummar fimm, og hann veit ikk reiðiliga, hví tað endaði so. 

- Eg plagi at hyggja aftur og eftirmeta og læra okkurt frá einum løkum avriki, men hesa ferð veit eg ikki, hvat var galið, og tað er frustrerandi, sigur Sverri Sandberg Nielsen og hevur hug til at yppa øksl. 

 

01_sverri_frustrerandi
 
Miðvingurin veit ikki, hví tað gekk so illa í finaluni um heimsmeistaraheitið, og tað er ørkymlandi, ásannar Sverri Sandberg Nielsen.

 

Upp og niður í 2023

Tá ið rógvarin verður biðin um at hyggja aftur á árið 2023 ítróttarliga, er hann skjótur at siga, at tað hava verið upp og niðurtúrar.

Fleiri góðir róðrar og fleiri góð úrslit, men so eisini úrslit, sum hann als ikki hevur verið nøgdur við. Sum til dømis fimta plássið í HM og fjórða plássið í EM. 

Hann greiðir frá, at onnur viðurskifti hava eisini gjørt sítt.

Viðurskifti, sum ikki hava nakað við sjálvan róðurin at gera. Millum annað tað, at hann ikki var so glaður fyri sín venjara og ikki ordiliga hevði funnið sær fólk at rógva saman við. 

- Alt hetta er broytt nú. Eg havi nýggjan venjara og fingið ein hóp, sum eg kann venja saman við, sigur hann glaður. 

 

Jól og venjing í Norra

Sverri Sandberg Nielsen helt nýggjár í Føroyum og jól í Norra. Hann var á venjingarlegu í 10 dagar, og familjan fór til Norra at halda jól saman við honum.

Tað er so at siga eingin frítíð, meðan ein venur og fyrireikar seg til OL, men tó helt Sverri frí jóla- og nýggjársaftan.

- Tað lagaði seg soleiðis, at eg kundi halda frí hesar báðar dagarnar, greiðir hann frá. 

Tá ið hann er heima í Føroyum í feriu, venur hann í kjallaranum hjá foreldrunum, har hann hevur fingið sær rógvimaskinu og súkklu til endamálið, men annars heldur hann, at tað kann vera truplari at halda dissiplin, meðan hann er í Føroyum. 

- Onkursvegna fara gerandisrutinurnar á glið, og tá kann tað vera trupult at halda seg til venjingina, sigur hann. 

 

Vónbrotið var stórt í Tokyo á sumri í 2021, tá Sverri Sandberg Nielsen akkurát ikki rakk heiðursmerki.

 

OL fyri aðru ferð

Sverri Sandberg Nielsen skal aftur til OL. Hetta er aðru ferð, og tí heldur hann, at hann var eitt sindur meira uppi at koyra, tá ið hann tryggjaði sær OL-pláss í 2019 enn í 2023. 

- Tað hongur helst saman við, at eg eisini fekk eitt betri úrslit til HM tá enn hesa ferð, greiðir hann frá. 

Leikirnir nærkast í hvørjum, og Sverri Sandberg Nielsen heldur, at fyrireikingarnar ganga væl. 

Broytingar eru hendar, millum annað hevur Sverri fingið nýggjan landsliðsvenjara, og hann venur saman við øðrum sterkum rógvarum, sum leggja trýst á hann undir venjing. 

- Eg vóni, at mínar royndir kunnu gera tað, at eg kann halda fast um tað, sum hevur fingið meg so langt. 

Týskarin Oliver Zeidler er ein av harðastu kappingarneytunum, og hann var sera stinnur í 2023. 

- Tað er ein stór avbjóðing hjá mær at finna útav, hvussu eg kann vinna á honum, sigur rógvandi miðvingurin. 

 

03_sverri_um_zeidler
 
Oliver Ziedler hevur ment seg síðstu árini, og er nú ein nógv tekniskt sterkari rógvari, enn hann hevur verið, heldur Sverri Sandberg Nielsen.

 

Men tað er ikki bara Oliver Zeidler, sum Sverri Sandberg Nielsen skal vinna á, tí har eru fleiri um boðið, og tí er einki sjálvsagt undan OL í París í summar. 

Miðvingurin fyrireikar seg so at siga upp á sama máta til hesa OL kappingina sum seinast, men onkrar broytingar eru.

Hann ætlar sær til dømis venja eitt sindur harðari, tá ið tað nærkast meira.

 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Sum er, venur hann nógv, greiðir hann frá, men tað minkar um intensitetin í venjingini, og tí vil hann heldur sleppa at rógva við tí ferðini, sum hann væntar at hava í París. 

- Eg vil venja meg við at hava og halda ta ferðina, sum eg skal rógva har. 

Og so vónar OL-rógvarin, at hann klárar at sleppa sær undan skaðum og øðrum, sum kann ávirka. Hann var ikki beinleiðis skaddur til seinasta OL, men tá stríddist hann við pínu í rygginum. 

- Nú havi eg so fingið okkurt í økslina, men tað snýr seg um at raðfesta rætt, sigur hann og vísir á, at tá ið pínan minkar, er skjótt at gloyma at ansa eftir. 

 

’Ordiligt’ OL

OL í 2021 var undir koronutíð, og ongir áskoðarar vóru, meðan OL í summar verður, sum vit kenna OL við nógvum áskoðarum. 

Sverri Sandberg Nielsen hevði fyrireikað seg til alt hetta í 2020, sum so ikki bleiv vegna koronuavmarkingarnar. 

- Eg eri har mest fyri tað ítróttaliga og vil helst ikki hava, at tað, sum er rundan um, ávirkar meg ov nógv, sigur hann.

Fleiri viðurskifti gera seg galdandi til tess at Sverri Nielsen skal vera glaður eftir OL í summar. 

- Tað týdningarmesta er, at eg fái eitt úrslit, sum eg kann vera stoltur av. Um tað so ikki røkkur til heiðursmerki, og eg annars havi gjørt alt, so eri eg eisini nøgdur við tað. Eg fari eftir at vinna, so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. 

 

240129_SVERRI_INNIMET
 
Sverri Sandberg Nielsen fekk eina góða byrjan upp á olympiska árið, tá hann setti nýtt dansk met í 2000 metra inniróðri.  
 
 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981