- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havstovan umskipar deildir
Havstovan umskipar deildir
Havstovan hevur sett á stovn nýggja tilfeingisdeild, sum kemur í staðin fyri uppsjóvardeildina og botnfiskadeildina.

04.02.2024 - 17:30
Eydna í Homrum, sum hevur starvast á Havstovuni síðan 2007, sett sum deildarleiðari á nýskipaðu deildini.
Hon tekur sostatt við eftir Jan Arge Jacobsen og Petur Steingrund, sum í mong ár hava verið deildarleiðarar fyri ávikavist uppsjóvardeildina og botnfiskadeildina.
Teir báðir halda báðir fram sum fiskifrøðingar á Havstovuni.
Helga Bára Mohr Vang, sum hevur starvast á Havstovuni síðan 2014, er sett sum varaleiðari á nýskipaðu deildini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV
























