Kvinnur í herinum hava givið Noregi betri verju

Kvinnur í herinum hava givið Noregi betri verju
Noreg var fyrsta landið í Nato, har kvinnur eisini skuldu gera herskyldu, og royndirnar eru góðar
Noreg hevur sera góðar royndir av kvinnuligari herskyldu. (Savnsmynd: Norski herurin))
 
05.02.2024 - 09:34

Meðan danska stjórnin drálar við at siga, hvat hon heldur um herskyldu fyri kvinnur, ivast tey ikki í Noregi og Svøríki.

Sum tað fyrsta landið í Nato, gjørdi Noreg í 2014 av, at herskylda ikki bara skuldi galda fyri menn, men eisini fyri kvinnur. Hetta er eisini fyri at sleppa undan mismuni millum menn og kvinnur.

Í dag er ovasti sersjanturin í norsku verjuni, Rune Wenneberg, ikki í iva um, at hetta var ein røtt avgerð.

- Skipanin hevur verið sera væl eydnað, og hevur givið okkum eina betri verju, sigur hann. 

 

33,5 prosent gjøgnumføra herskylduna

Talið á kvinnum í Noregi, sum gjøgnumføra fyrstu verjutænastuna, er meira enn tvífaldað frá 2014 til 2023. Úr 13,6 prosentum upp í 33,5 prosent.

- Vit hava nú eitt munandi størri grundarlag at velja millum fólk, sum kunnu fara inn í ta professionellu verjuna, sigur Rune Wenneberg.

- Tað sæst ofta, at kvinnur í 19-20 ára aldrinum eru meira búnar enn menn, og tí finna betri umhugsaðar loysnir, leggur hann afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329