Einki navnloysi kann geva færri fráboðanir

Einki navnloysi kann geva færri fráboðanir
Vandi kann vera fyri, at fyritøkur fara at halda seg aftur við at fráboða trygdarbrot til Dátueftirlitið, nú avgerðir vera almennakunngjørdar uttan navnloysi
Uppskot er um, at navnið hjá fyritøkum ikki skal vera dult í avgerðum hjá Dátueftirlitinum.
 
07.02.2024 - 06:00

Vandi kann vera fyri, at fyritøkur fara at halda seg aftur við at fráboða trygdarbrot til Dátueftirlitið, nú avgerðir vera almennakunngjørdar uttan navnloysi.

Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag um ætlaðu broytingina í dátuverndarlógini. 

Eisini spyr Arbeiðsgevarafelagið, hví almennir myndugleikar ikki vera revsaðir fyri brot á dátuverndarlógina á sama hátt sum privatir.

Revsingin eigur at vera tann sama fyri øll, almenn og privat, heldur felagið.

Løgmálaráðið ætlar at fáa løgtingið at broyta lógina um at verja persónsupplýsingar, so kravið um navnloysi, tá Dátueftirlitið kunnger sínar avgerðir, skal bara vera galdandi fyri einstaklingar

Avgerandi neyðugt

KT-felagið hevur eisini havt uppskotið til hoyringar.

Tað tekur undir við, at avgerðir hjá Dátueftirlitinum ikki longur skulu vera navnleysar, tá tær eru um fyritøkur.

Men felagið leggur stóran dent á, at einstaklingar framvegis vera navnleysir.

Vandi má ikki vera fyri, at starvsfólk vera navngivin í avgerðum hjá Dátueftirlitinum, sum vera almannakunngjørdar, sigur KT-felagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522