Vilja bíða eftir royndunum við styttri skúladegi

Vilja bíða eftir royndunum við styttri skúladegi
Ungdómstingið feldi uppskotið um styttri skúladag hjá næmingum í áttanda, níggjunda og tíggjunda flokki
Uppskotið um at stytta skúladagin fekk ikki undirtøku, og Ungdómstingið feldi tað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2024 - 10:28

Skúlanæmingar vilja bíða eftir royndunum hjá skúlanum á Fløtum við styttri skúladegi.

Skúlin í Runavík hevur eitt tilboð til næmingar, sum ikki trívast so væl í vanliga skúlanum.

Har byrjar skúladagurin klokkan tíggju. 

Ungdómstingið feldi tí uppskotið um styttri skúladag hjá næmingum í áttanda, níggjunda og tíggjunda flokki.

Skúladagurin skuldi fara úr átta niður í seks tímar.

Uppskotið fekk bara tíggju atkvøður. 19 atkvøddu ímóti.

Tríggjar atkvøður vóru blankar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037