Tucker Carlson hittir Putin

Tucker Carlson hittir Putin
Seint í gjárkvøldið var nógv umrødda samrøðan hjá amerikanska journalistunum Tucker Carlson, við russiska forsetan Vladimir Putin, almannakunngjørd
Seint í gjárkvøldið var nógv umrødda samrøðan hjá amerikanska journalistunum Tucker Carlson, við russiska forsetan Vladimir Putin, almannakunngjørd
Mynd: Gavriil Grigorov/AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.02.2024 - 18:46

Hetta er fyrstu ferð, at russiski forsetin ger samrøðu við ein journalist úr Vesturheiminum síðani innrásina í Ukraina í februar 2022.

Tað var ein drúgv samrøða, sum Tucker Carlson, fyrrverandi journalistur hjá Fox News, hevði við russiska forsetan, Vladimir Putin. 

Samrøðan vardi í góðar tveir tímar. 

Í samrøðuni sigur Putin m.a., at Russland hevur ongar ætlanir um at gera innrás í Pólland ella Letland.

- Tað hevði bara hent, um Pólland leyp á Russland. Vit hava ongan áhuga í Póllandi, Letlandi ella nøkrum øðrum, sigur Putin.
Í samrøðuni sigur Putin eisini, at tað er óhugsandi, at Russland tapir kríggið móti Ukraina. 

- Tey rópa um at fáa Russland til at líða eitt strategiskt tap á hermótinum. Nú síggja tey umsíður, at tað er ikki tað lættasta at gera, - kansa ómøguligt. Eg eri sannførdur um, at tað er møguligt. Tað fer ongantíð at henda. Og sum eg skilji, gongur tað nú upp fyri teimum, sum ráða í Vesturheiminum. Um tað er so, um tey skilja hetta nú, - hugsa so um, hvat tú skalt gera næstu ferð. Vit eru tilreiðar til hesa samtalu, segði Putin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1653649


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328