VB-húsið verður dagført

VB-húsið verður dagført
VB-húsið í Vági skal nú hava fleiri dagføringar, og ein partur av arbeiðinum er longu farin í gongd.
 
11.02.2024 - 15:05

Nýggj vesi verða gjørd, so tey millum annað verða gjørt atkomilig hjá fólki við skerdum førleikum.

Síðan er ætlanin eisini at gera skiftingarrúmini og annað av nýggjum, so umstøður eru til stór tiltøk, ið standa fyri framman, so sum Dansbandfestivalin og jóansøkuna.

VB-húsið er frá 1977 og ítróttarhøllin í Vági frá 1980, og bæði treingja til ábøtur og stórar dagføringar, skrivar Vágs kommuna á síni heimasíðu.

Tað er mentamálanevndin hjá kommununi, sum hevur samtykt at fara undir dagføringarnar, og mett verður, at arbeiðið fer at kosta umleið 700.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265