ST-serfrøðingur sleppur ikki til Ísraels

ST-serfrøðingur sleppur ikki til Ísraels
Ísrael krevur, at Francesca Albanese verður søgd úr starvi, um ST framvegis vil vera ein viðkomandi felagsskapur
Francesca Albanese er serligt ST-sendifólk fyri hersettu palestinsku økini. (Mynd: National Rewiew).
 
13.02.2024 - 09:24

Stjórnin í Ísrael sigur, at serligi ST-serfrøðingurin, Francesca Albanese, breiðir út jødahatur, og hevur tí alment fingið innferðarforboð til Ísraels.

Orsøkin er, at Albanese í síðstu viku skrivaði í boðum á X um offrini í álopinum á Ísrael og yvirgangsálopini 7. oktober í fjør. 

Hon skrivaði, at tey vóru ikki bara dripin, tí tey vóru jødar, men 'sum aftursvar til ísraelsku kúganina'.

Albanese er serligt ST-sendifólk fyri hersettu palestinsku økini. 

 

Ræðulig boð

Ísraelski uttanríkisráðharrin, Israel Katz, og innanríkisráðharrin, Moshe Arbel, siga, at boðini hjá Albanese eru ræðulig, og at hon nú hevur fingið innferðforboð til Ísrael.

Teir krevja eisini, at Albanese verður søgd úr starvi, um ST framvegis vil vera 'ein viðkomandi felagsskapur'.

Blaðið Times of Israel skrivar, at Albanese í fleiri mánaðir ikki hevur fingið innferðarloyvi til Ísraels. 

Sjálv skrivar Albanese í nýggjum boðum á X, at síðani 2008 hava eingir ST-serfrøðingar í palesinsku økjunum fingið innferðarloyvi til Ísrael.

- Hetta má ikki flyta okkum burtur frá ræðuleikunum hjá Ísrael í Gasageiranum, skrivar hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286