Jóhanna á danska landsliðnum

Jóhanna á danska landsliðnum
Jóhanna Fossdalsá Sørensen er tikin út til danska fótbóltslandsliðið, sum skal spæla venjingardyst ímóti Eysturríki í næstum
Jóhanna Fossdalsá Sørensen er tikin út til danska A-landsliðið í fótbólti
Mynd: BK Häcken  
 
15.02.2024 - 12:10

Jóhanna Fossdalsá Sørensen er tikin út til danska fótbóltslandsliðið fyri fyrstu ferð.

BK Häcken-spælarin hevur spælt væl í Champions League í vetur og kann fáa sín fyrsta landsdyst fyri Danmark, sum skal spæla venjingardyst ímóti Eysturríki 28. februar.

 - Hon hevur staðið seg framúr væl og hevur nógvar av teimum dygdunum, sum vit ynskja okkum á miðvøllinum, sigur danski landsliðsvenjarin, Andrée Jeglertz, sambært dr.dk.

18 ára gamli hoyvíkingurin hevur fyrr umboðað føroysk ungdómslandslið, men síðstu árini hevur hon spælt við U16, U17 og U19-landsliðini hjá Danmark. 

Í samrøðu við Kringvarpið segði Jóhanna Fossdalsá Sørensen, at hon vónaði at fáa sín fyrsta A-landsdyst í ár.

 


Danski landsliðsvenjarin, Andrée Jeglertz, hevur tikið Jóhannu Fossdalsá Sørensen út til danska A-landsliðshópin. MYND: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904