Biden og Trump vera valevni

Biden og Trump vera valevni
Tóri Højgaard og Brynhild Thomsen vóru í Breddanum fyrrapartin
Tóri Højgaard og Brynhild Thomsen viðgjørdu amerikanska forsetavalið í Breddanum í dag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.02.2024 - 14:53

Sjálvt um uppstillingarvalini í USA verri enn so eru liðug enn, so bendir alt á,  at forsetavalið í heyst verður ein endurtøka frá 2020 millum demokratin, Joe Biden, og republikanaran, Donald Trump. 

Og sambært veljarakanningunum kann talan gerast um enn eitt javnt val.

Í samanteljingum av atkvøðum hjá heimasíðuni Real Clear Politics fær Trump 45 prosent av atkvøðunum, og Biden fær 43,9 prosent.

 

Joe Biden og Donald Trump í politiskari hólmgongu upp undir forsetavalið fyri fýra árum síðani. 

 

Níggju mánaðir eru framvegis til valið, og tí skulu vit vera varin við at taka veljarakanningar í alt ov stórum álvara.

Tað søgdu viðmerkjararnir, Tóri Højgaard og Brynhild Thomsen, tá tey vóru í Breddanum fyrrapartin:

 

16022024_Breddi_og_forsetaval

 

Allur Breddin kann hoyrast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391