Tingfólk siga sína hugsan um kringvarpsgjaldið í dag

Tingfólk siga sína hugsan um kringvarpsgjaldið í dag
Og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, leggur fram frágreiðing um nýggja public service sáttmálan millum Kringvarpið og Almanna- og Mentamálaráðið
Í dag fæst at vita, hvat tingfólk halda um at hækka kringvarpsgjaldið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.02.2024 - 05:43

Í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um at hækka og prístalsjavna kringvarpsgjaldið og um minni kringvarpsgjald hjá lítlum virkjum og stovnum.

Og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, leggur fram frágreiðing um public service sáttmálan millum Kringvarpið og Almanna- og Mentamálaráðið.

Sáttmálin skal vera galdandi frá 1. apríl í ár til 31. mars 2028.

Eingin undirskrivaður public service sáttmáli hevur verið seinastu árini.

Seinasti sáttmálin var frá 2017 til 2020.

Aðalorðaskiftið um public service sáttmálan verður týsdagin í næstu viku. 

Fyrsta viðgerð verður eisini í dag um uppskotið til samtyktar um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392