Yvirtaka Á-handil við Norðskála

Yvirtaka Á-handil við Norðskála
Felagið rekur frammanundan sjey handlar í Fuglafirði, Vestmanna, Vági, Havn og á Glyvrum og Toftum
Kappingareftirlitið hevur góðkent, at Á-handilin við Norðskála fer á aðrar hendur. (Savnsmynd)
 
23.02.2024 - 10:54

Kappingareftirlitið hevur góðkent, at eitt partafelag hjá Poul Hansen og KSJ ætlar at yvirtaka handilin hjá smápartafelagnum Sunda við Norðskála.

Poul Hansen eigur nú saman við einum øðrum felagi, sum eitur PE Holding, Sunda. 

Men felagið, sum Poul Hansen og KSJ, eiga, eitur 01.12.2015.

Tað felagið rekur sjey handlar, sum selja gerandisvørur í Fuglafirði, Vestmanna, Vági og Havn og á Glyvrum og Toftum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928