Lesihúsið fingið 200.000 kr. í gávu

Lesihúsið fingið 200.000 kr. í gávu
Hetta er júst upphæddin, sum játtanin til áhugafelagið var skerd á fíggjarlógini
Gávan upp á 200.000 kr. fær týdning fyri virksemið í Lesihúsinum. (Savnsmynd)
 
27.02.2024 - 12:20

Áhugafelagið Lesihúsið fekk í gjár peningagávu frá einum privatum felagsskapi upp á 200.000 krónur.

Tað váttar forkvinnan á leiðarin í Lesihúsinum, Anne Karin Kjeld, fyri Kringvarpinum. 

Í gjár frættist, at játtanin til Lesihúsið var skerd skerd 200.000 krónur. Hetta fór at ávirka virksemið nógv, søgdu bæði forkvinnnan í Lesihúsinum og mamma at drongi, sum gongur í Lesihúsinum. 

Men nú hevur Lesihúsið fingið júst ta upphæddina í gávu, sum tey vóru skerd. 

- Henda peningagávan fer at gera tað møguligt at arbeiða longur og helst eisini at taka inn nýggjar næmingar. Tað er gleðiligt, at privatir felagsskapir geva. Hetta merkir, at fólk síggja, at vit gera eitt gott arbeiði, sigur Anne Karin Kjeld, forkvinna og leiðari í Lesihúsinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723