Sarah skal boksa HM-dyst í USA

Sarah skal boksa HM-dyst í USA
Sarah Mahfoud fær nú aftur kjansin at boksa seg til eitt heimsmeistaraheitið. Hon hittir Skye Nicolson í Las Vegas 6. apríl, tá WBC-heitið stendur upp á spæl
Sarah Mahfoud fær nú aftur kjansin at boksa seg til eitt HM-heitið
 
05.03.2024 - 11:19

Nú fær Sarah Mahfoud aftur kjansin at gerast heimsmeistari í boksing.

Í apríl skal hon boksa ímóti avstralsku Skye Nicolson í Las Vegas um WBC-heimsmeistaraheitið í fjaðurvekt.

 - Hetta verður risastórt, og eg eri svong eftir at vinna beltið, sigur Sarah Mahfoud.

Sarah Mahfoud varð heimsmeistari hjá IBF-sambandinum, tá hon vann á Brenda Karen Carabajel í 2020. Hon vardi heitið ímóti Nina Meinke tvey ár seinni, áðrenn hon misti beltið, tá hon tapti fyri Amandu Serrano í Manchester í 2022. 

 - Eg havi vant hart fyri at koma higar. Eg vil gjarna kalla meg heimsmeistara aftur og ikki fyrrverandi heimsmeistara, sigur hálvi føroyingurin, sum hevur vunnið 14 av sínum 15 dystum higartil.

Seinasti dysturin hjá 34 ára gomlu Sarah Mahfoud var ímóti Marcela Eliana Acuna í Royal Arena í Keypmannahavn í oktober í fjør. Ta ferðina vann hon upp á stig.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392