Oddbjørn Joensen: NSÍ yvirhálar HB

Oddbjørn Joensen: NSÍ yvirhálar HB
NSÍ yvirhálar HB og endar á 4. plássi, meðan EB/Streymur flytur niður. Tað segði Oddbjørn Joensen, tá hann metti um fótbóltslandskappingina hjá monnum í 3-2 mánakvøldið
Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari, legði ikki fingrarnar ímillum í 3-2 mánakvøldið
Mynd: úr 3-2  
 
05.03.2024 - 13:07

Uppflytararnir úr Runavík, NSÍ, yvirhála HB og enda á 4. plássi.

Tað heldur Oddbjørn Joensen, viðmerkjari, nú fótbóltslandskappingin hjá monnum byrjar um lítla viku. Hann vitjaði 3-2 mánakvøldið.

 - Tað meti eg út frá støðuni beint nú og út frá leikarahópununum, sum teir síggja út í løtuni, sigur fótbóltsviðmerkjarin og fyrrverandi FM-venjarin, men leggur afturat, at flytingargluggin er opin til 15. mars.

Oddbjørn Joensen heldur ikki, at HB hevur nóg sterkan hóp enn. Hinvegin hevur NSÍ styrkt álopspartin munandi. Runavíkingarnir Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen eru komnir aftur úr útlegd, og Jasper Van Der Heyden er komin úr 07 Vestur.

 - Teir hava fingið tríggjar kanónir inn í álopið, og hava kanska besta álopið í Føroyum beint nú. Tað kann bera ólukksáliga langt, sigur Oddbjørn Joensen.

 

EB/Streymur flytur niður

Tað er trupult at spáa um niðurflytingina. Fótbóltsviðmerkjarin heldur, at í roynd og veru kunnu øll liðini á niðaru hálvu flyta niður, men hann metir kortini, at EB/Streymur verður ov stutt í ár.

 - Eg haldi, at teir hava mist meir, enn teir hava fingið. Eg veit, at teir hava fingið Boubakar Dabo og onkran annan, men teir hava mist rutinu og profilar, sigur Oddbjørn Joensen.

Millum annað er Bogi Reinert Petersen farin aftur til ÍF, meðan Gutti Dahl-Olsen skal spæla við B36 í ár. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985