Mjólkarvirkið selur nógva mjólk til Grønlands

Mjólkarvirkið selur nógva mjólk til Grønlands
Neytini í Føroyum mjólka meira enn vit drekka. Tí er Mjólkarvirkið farið at útflyta mjólk til Grønlands, og tað gongur væl
Flestu inuitar, eins og flestu asiatar, tola ikki mjólk. Ella rættari, teir tola ikki laktosu, sum er í mjølk. Men tað hevur mjólkavirkið funnið eina loysn uppá.
 
05.03.2024 - 19:34

Í fjør seldi Mjólkarvirkið góð 20 tons av mjólkaúrdráttunum til Grønlands, og fyrstu tveir mánaðirnar í ár hava tey longu selt 10 tons av mjólkaúrdráttum til Grønlands.

Tað er stóra handilsketan, Pisifikk, ið selur føroysku mjólkina í Grønlandi.

Tað er ikki vanligt at útflyta føroyskar landbúnaðarvørur, men í hesum føri hevur Mjólkarvirkið funnið ein marknað, sum lønar seg.

Høvuðsvørurnar eru nú pakkaðar inn í pakkar við grønlendskari áskrift, og tað hevur eisini gjørt mun.

Flestu inuitar, eins og flestu asiatar, tola ikki mjólk. Ella rættari, teir tola ikki laktosu, sum er í mjólk. Men tað hevur Mjólkarvirkið funnið eina loysn uppá.

 

Mjolkavirkid_selur_nogva_mjolk_til_Gronlands


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096