Reiðarafelagið tapti eisini í Hægstarætti

Reiðarafelagið tapti eisini í Hægstarætti
Hægstirættur hevur staðfest avgerðina hjá Eystara landsrætti um gjald fyri kvotur á royndaruppboðssølu í 2016
Hægstirættur hevur sagt endaligan dóm í trætuni millum Reiðarafelagið og landsstýrið um gjald fyri kvotur.
 
06.03.2024 - 14:20

Hægstirættur hevur staðfest avgerðina hjá landsrættinum, at tað var í lagi, tá landsstýrið í 2016 avgjørdi, at manningarnar ikki skuldu gjalda sín part av kvotunum, tá talan var um royndaruppboðssølur í 2016.

Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men landsstýrið vann í Landsrættinum.

Eystari Landsrættur broytti í september 2022 dómin hjá Føroya Rætti, sum í januar í 2021 segði, at Fiskimálaráðið gjørdi seg inn á sáttmálan millum manningarfeløgini og reiðararnar, tá landsstýrið við lóg avgjørdi, at manningarnar ikki skuldu eiga lut í kostnaðinum.

Reiðarafelagið fekk loyvi at fara í Hægstarætt við málinum.

Reiðarafelagið vildi hava Hægstarætt at gera eina ávísa áseting, grein 7, stk. 2 lógini um uppboðssølu, ógilduga. 

Hægstirættur sigur, at royndaruppboðssølan var lóglig, og talan var ikki um ognartøku. 

Lesin dómin í Hægstarætti her.

 

Stefan í Skorini. (Savnsmynd)

 

Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Stefan í Skorini, stjóra í Reiðarafelagnum, um dómin:

 

06032024_Stefan

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360