FM í recurve: Ósannlíkir føroyameistarar

FM í recurve: Ósannlíkir føroyameistarar
Ein leirdúgvuskjútti, sum nú skjýtur við boga og píli, og ein pólsk kvinna, sum legði bogan frá sær fyri sjey árum síðan. Per Símunarson og Jagoda Wardak vunnu FM í recurve
18.03.2024 - 16:56

Síðstu árini hevur hann skotið við byrsu eftir leirdúgvum.

Nú skjýtur Per Símunarson við boga og píli, og ikki kann sigast annað enn, at tað liggur væl fyri hjá toftamanninum.

Um vikuskiftið vann hann nevniliga føroyameistaraheitið í innadura bogaskjóting í recurve-greinini.

Finalan ímóti Michael Feldballe Hansen var sera jøvn og spennandi og sokallað shootoff skuldi til, áðrenn Per Símunarson kundi kalla seg FM-vinnara. Ber millimetrar vóru á muni.

 

Pólsk kvinna vann 

Jagoda Wardak, sum flutti til Føroyar at arbeiða fyri kortum, fór avstað við føroyameistaraheitinum í recurve við kvinnum.

Hon taldist millum heilt góðu skjúttarnar í Póllandi, men fyri sjey árum síðan legði hon bogan frá sær. 

Komin til Føroya hitti hon formannin í Tambum, Jógvan Niclasen, og skjótt byrjaði hon at venja aftur. Væl gekk, og nú hevur hon vunniå sína fyrstu kapping í Føroyum. Úrslitið í finaluni ímóti Leu Karinu Haraldsen úr Vágaskotið gjørdist 6-0.

Nú ætlar Jagoda Wardak at halda fram við venjingini, og hon gleðir seg til at royna seg uttandura.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928