Fiskaðu 400.000 tons av svartkjafti í fjør

Fiskaðu 400.000 tons av svartkjafti í fjør
Vørn gjørdi eftirlit umborð á 187 skipum
Skipini, sum fiskaðu svartkjaft í fjør, høvdu eisini makrel og heystgýtandi sild sum hjáveiðu. (Savnsmynd)
 
20.03.2024 - 08:18

Føroysku uppsjóvarskipini hava nakað av hjáveiðu, men tað mesta er annar uppsjóvarfiskur enn tann, skipini royna eftir.

Skipini fiskaðu 401.000 tons av svartkjafti í fjør.

886,5 tons vóru hjáveiða. 219 tons vóru makrelur og 119 tons heystgýtandi sild.

Skipini fiskaðu 170.000 tons av makreli. 2.964 tons vóru hjáveiða. 1.558 tons vóru svartkjaftur, 64 norðhavssild og 105 tons voru heystgýtandi sild.

Og skipini fingu 90.651 tons av norðhavssild, Hjáveiðan var 3.011 tons, at kalla alt var annar uppsjóvarfiskur.

Skipini fiskaðu harafrat 10.859 tons av heystgýtandi sild. Hjáveiðan var 116 tons av svartkjafti.

Tølini eru frá Vørn og eru í svari frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, til Johan Dahl, løgtingsmann.

Upplýst verður eisini, at Vørn gjørdi eftirlit umborð á 187 skipum í fjør.

Teirra millum vóru 61 útlendsk skip.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891