Harðskapur: "Hann hevur alt valdið á mær"

Harðskapur: "Hann hevur alt valdið á mær"
Í trý ár er hon hildin føst í eini ómøguligari fíggjarligari støðu, tí maðurin vil ikki skiljast
Tilgjørd mynd
Mynd: Bárður Veihe  
 
22.03.2024 - 15:23

Gev gætur! Fólkini í greinini eru dulnevnd, og myndir og videobrot eru tilgjørd.

"Eg visti væl, at okkurt var púra galið, og til endans visti eg eisini, at talan var um harðskap. Men í støðuni veitst tú ikki neyðturviliga av tí. Harðskapur kann jú koma sníkjandi, so líðandi."

Harðskapsrakt kvinna

 

- Tað var ikki, fyrr enn lækni, sálarfrøðingur og sakførari siga við meg, at støðan, sum eg hevði verið í, var sera vandamikil, at eg byrjaði at skilja tað. Men onkuntíð ivist eg enn í, um eg veruliga eri greið yvir, hvussu vandamikil støðan var. 

Soleiðis sigur Anja nú, eftir at hon er komin úr áralongum hjúnabandi, har sálarligur, kynsligur og fíggjarligur harðskapur gjørdist ein partur av gerandisdegnum. Tað byrjaði annars við stórum forelskilsi.

- Ólavur og eg komu at kennast fyri umleið 15 árum síðani, og vit vistu bæði beinanvegin, at hetta var nakað heilt serligt. Tað sum var okkara millum, kendist so rætt og gott. Vit hóskaðu sera væl saman og tímdu tað sama. Til dømis dámdi okkum báðum, at gongd var í praktiskum tingum. Tað, sum mær dámdi serliga væl við honum, var, at hann hevði so gott skil á øllum sínum viðurskiftum. Vit vóru bæði samd um, at tað var ongin orsøk at bíða við nøkrum, og hóast vit bæði áttu børn, fluttu vit saman einans hálvt ár eftir, at vit gjørdust par. Heilt ítøkiliga gekk tað soleiðis fyri seg, at eg og børn míni fluttu inn í hansara hús. 

Men longu frammanundan, heilt tíðliga í forholdinum, vóru støður, sum Anja í dag veit vóru tekin um, at alt ikki ruggaði rætt.

- Eitt, sum eg minnist er, at hann byrjaði heilt skjótt at siga við meg, at hann elskaði meg. Hóast eg var øgiliga forelskað, og var púra bergtikin av honum, var eg ikki heilt klár at siga "eg elski teg" longu tá. Hetta fall ikki í góða jørð hjá honum, og hann fór at spyrja meg, hví eg ikki vildi siga, at eg elskaði hann, tá hann segði tað við meg. Hendan støðan endaði við, at hann ein dagin tók í meg og helt mær fastari. Hann segði við meg, at nú slepti hann mær ikki, fyrr enn eg hevði sagt við hann, at eg elskaði hann. 

"Nú haldi eg tær fastari, til tú hevur sagt við meg, at tú elskar meg."

Harðskapsrakt kvinna

 

- Sum eg minnist, var hetta fyrstu ferð, at hann trýsti meg til at gera nakað, sum eg ikki vildi. Eg minnist, at eg kendi hetta sera óbehagiligt, men tað undarliga var, at hetta samstundis var partur av nøkrum fantastiskum.

Rættiliga skjótt eftir, at Anja og børnini vóru flutt inn í húsini hjá Ólavi, fóru ógvusligari støður at taka seg upp, sum Anja onki kendi til frammanundan.

- Vit sita heima hjá okkum saman við vinfólki. Tað er vikuskifti, vit hava sett øl á borðið, lurta eftir tónleiki, og hava tað ordiliga hugnaligt. Men so tekur ein av gestunum eina fløgu fram og vísir skemtandi á, at fløguna eigur ein fyrrverandi unnusta hjá Ólavi. Hetta hevur við sær, at Ólavur við eitt fer at rópa og skrála. Hann tekur í borðið, har fløguspælarin stendur, lyftir tað uppfrá og smekkar tað niður í gólvið aftur. Hetta ger hann ferð eftir ferð, meðan hann geylar, at vit eru nøkur reyvarhol, sum eru úti eftir sær.

- Eg var púra sjokkerað og visti slett ikki, hvat eg skuldi gera. Støðan var so mikið óbehagilig, at nakrir av gestunum sleptu sær avstað. Kvøldið, sum byrjaði so hugnaligt, endaði við eini ræðuligari nátt, har Ólavur lá í fosturstøðu á gólvinum og gramdi seg um, hvussu órein eg og hini høvdu verið ímóti sær. Dagin eftir var alt sum vanligt aftur, og vit tosaðu slett ikki um, hvat var hent kvøldið fyri. Hetta vísti seg at blíva ein afturvendandi støða. Okkurt hendi, sum fekk hann at reagera sera ógvusliga, og geva mær skyldina. 

 

Hví fór eg ikki tá?

- Seinni havi eg mangan hugsað um, hví eg ikki fór, tá tað hendi fyrstu ferð. Tí hóast eg ikki visti, at eg var fyri harðskapi, so visti eg, at tað, sum hendi hatta kvøldið, var alt annað enn normalt. Men eg var jú góð við hann, og eg tók eisini synd í honum. Eg fortaldi mær sjálvari, at kanska var tað eg, sum hevði gjørt okkurt skeivt, sum fekk hann at bera seg soleiðis at. Umframt tað var eg lesandi og hevði smábørn. Eg veit ikki, hvar eg hevði skulað farið, um eg fór tá. 

 

20240322_NET_HARDSKAPUR_01_MUNNUR

 

 

Harðskapurin verður ógvusligari

Anja verður verandi og upplivir meira og meira harðskap. Bæði ímóti sær, børnunum og øðrum.

- Sum tíðin gekk fór hann at tosa ljótt um børnini hjá mær. Tað tyktist næstan, sum sambandið millum meg og børnini gjørdi hann øvundsjúkan. Hóast hann ikki bukaði meg, fór eg at uppliva støður, har hann bukaði onnur fólk av. Til dømis bukaði hann einaferð ein mann so illa, at tað fyri mær sá út, sum tað kundi enda við, at hann tók lívið av manninum. Tíbetur var onkur annar til staðar tá, sum fekk at steðgað Ólavi. Ta ferðina var orsøkin til, at hann bleiv so illur, at hin persónurin spýði í bilin hjá okkum. 

"Hann skræddi persónin úr bilinum, og hann knústi hann sundur. Um onkur annar ikki kom og blandaði seg uppí, eg havi hugsað mangan um tað, eg vænti simpulthen, at hann hevði dripið viðkomandi."

Harðskapsrakt kvinna

 

- Hann fór eisini at drekka meira og meira, og tá hann var fullur, bleiv hann eisini meira ágangandi. Hetta gekk ofta fyri seg um náttina. Hann gekk illur runt í húsunum og trampaði. Hann plagdi at koma inn í kamarið, har eg lá og svav. Onkuntíð stóð hann við songina og rópti eftir mær, onkuntíð nevaði hann niður í songina runt um meg, og onkuntíð stóð hann bara stillur og hugdi niður á meg leingi. Eg føldi meg ikki trygga og vildi helst stongt kamarshurðina. Men eg visti, at um eg gjørdi tað, so hevði hann farið at leika í, og so høvdu børnini vaknað. Og tað vildi eg ikki, so eg læt hurðina vera ólæsta. Eitt annað, sum gekk fyri seg um náttina, var kynsligur harðskapur. Eisini hetta, sum byrjaði so gott, útviklaðist til nakað, sum eg sjálv haldi er vemmiligt. Eg var noydd til at gera ymiskt saman við honum, sum gekk langt út um míni mørk. Onkuntíð helt hann mær fastari, og gjørdi tað, hann ætlaði sær, og onkuntíð hótti hann við at fáa sær eina aðra konu, um eg ikki gjørdi tað, hann vildi.

 

So gekk ikki longur

Eitt var sálarligi og kynsligi harðskapurin, men tá Ólavur fór at banka upp á kamarsrútarnar hjá børnunum um náttina, vekja tey og rópa, at tey vóru nøkur reyvarhol, visti Anja, at nú mátti hon fara. Hon hevði gjørt eina roynd frammanundan, men tá hevði Ólavur lovað bót og bata, og hon var flutt inn til hansara aftur. Men hesaferð hevði hon fingið nóg mikið. 

At flyta út var ikki bara sum at siga tað. Tannn dagin Anja saman við øðrum kom eftir tingunum hjá henni og børnunum endaði tað við, at Ólavur var so illur, at boð vórðu send eftir løgregluni. 

- Hann rópti og skrálaði, at eg var ein helvitis mer, sum skuldi knúsast sundur, og hann segði eisini, at hann fór at drepa meg. Men tá løgreglan, kom broyttist hann fullkomiliga eftir nøkrum fáum sekundum. Tá tosaði hann so mikið róliga við løgreglumannin, at løgreglumaðurin slett ikki skilti, hvussu álvarsom støðan var. Hann vendi sær móti mær og segði, at løgreglan ikki skuldi blanda seg upp í okkara privatu ósemjur. Eg hugdi bara uppá hann, og segði honum, at hann ikki hevði ánilsi fyri, hvat hann tosaði um. Eg haldi sjálv, at hendan støðan lýsir sera væl, hvussu fjaldur slíkur atburður kann vera.

"Hann rópti og skrálaði, at eg var ein helvitis mer, sum skuldi knúsast sundur."

Harðskapsrakt kvinna

 

At flyta út á henda hátt var bæði ótrygt og dýrt

- Fyri tað fyrsta leyp eg bara avstað. Eg hevði ikki havt tíð til at samla mær pening, ella fyrireika meg á nakran hátt. Fyrstu tíðina fluttu vit í íbúð og úr íbúð. Onkuntíð leigaðu vit, og aðrar tíðir sluppu vit at búgva hjá familju ella vinfólki. Hetta var dýrt, tí summar av íbúðunum vóru ógvuliga dýrar. Fíggjarliga hekk hetta sjálvsagt slett ikki saman, men tað gekk. 

Stutt eftir, at Anja flutti út, søkti hon um hjúnaskilnað. Men tað vildi Ólavur ikki, og noktaði tí at skriva undir. Umleið fýra mánaðir eftir, at Anja søkti um hjúnaskilnað, heldur Ólavur uppat at drekka í eina tíð, og tá skrivar hann undir uppá at vera sundurlisin frá Anju. Og tá kundu tilgongdin til hjúnaskilnaðin byrja.

 

Framvegis gift eftir trý ár

- Um eg vil skiljast, má eg stevna Ólavi, og tað kostar nógvar pengar, so tað fari eg ikki at gera. 

Umframt ikki at vilja skiljast, vil Ólavur heldur ikki verða við til, at teirra felags ogn verður býtt millum tey.

- Ólavur sigur nei til avgreiðsluna av teimum praktisku tingunum, og tí er okkara felags ogn heldur ikki gjørd upp enn. Hetta setur meg í eina ógvuliga trupla fíggjarliga støðu. Eina tíð eftir, at eg flutti, keypti eg mær nevniliga eina íbúð. Bankin vildi geva mær bústaðarlán vitandi um, at eg havi rætt til helvtina av okkara felags ogn. Men av tí at at hjúnaskilnaðurin dregur út, havi eg nú eitt lán, sum er alt ov stórt til mín. Hetta kann Ólavur gera, tí rættarskipanin loyvir tí. Og hetta skilji eg ikki, tí ein kvinna og ein maður, sum fara í hjúnalag, vita hvat tey gera. Tað kann vera, at eg havi lagt minni pening í okkara felags ogn enn hann, men eg legði alla mína orku í hann, okkara heim og okkara felags lív í 12 ár. Eg helt, at hetta var mín lívskærleiki. 

- Eg havi mist mítt heim, og børn míni hava mist sítt heim. Eg haldi ikki, at tað er rættvíst, at eg nú eri fíggjarliga soleiðis fyri, at eg ikki fái tryggjað meg og børn míni. Eg læt umbønina um hjúnaskilnað upp í hendurnar á lógarmyndugleikum at taka sær av, og eg skilji ikki, hvussu tað ber til, at rættarskipanin loyvir Ólavi at draga hetta út í óendaligheit.

 

20240322_NET_HARDSKAPUR_02_NAKKI

 

Sjey sløg av harðskapi 

Tað finnast fleiri sløg av harðskapi í parløgum, men allir eru ikki revsiverdir í Føroyum. 

Tað sigur Anna Katrin Matras, samskipari fyri heildarverkætlanin um harðskap í parlagi og nærsambondum, sum Almanna- og mentamálaráðið varðar av.

Har eru sjey sløg av harðskapi:

  • sálarligur
  • kropsligur
  • kynsligur
  • materiellur
  • fíggjarligur
  • talgildur
  • tráfylgjan

Tú kanst lesa meira um harðskap, og hvat eyðkennir harðskap á heimasíðuni hjá Kvinnuhúsinum: Hvat er harðskapur?

Tú kanst eisini lurta eftir Breddanum her: Harðskapur í hjúnalagnum

Í sendingini er søgan hjá Anju, ein frágreiðing um harðskap frá Onnu Katrin Matras, umframt at Kristina Samuelsen, advokat, viðgerð tann løgfrøðiliga partin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979