Aðalfundur í dag: Nevndin í Føroya Banka verður væntandi broytt

Aðalfundur í dag: Nevndin í Føroya Banka verður væntandi broytt
Einki tilmæli er komið undan aðalfundinum um, hvør skal manna nevndina frameftir, og tað er óvanligt
Føroya Banki hevur aðalfund í høvuðssætinum í Havn seinnapartin.
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2024 - 13:17

Nógv bendir á, at nevndin í Føroya Banka, ella ein partur av nevndini, verður skift á aðalfundinum í dag.

Á skránni fyri aðalfundinum er einki tilmæli um, hvør skal manna nevndina frameftir.

Fleiri fólk, sum Kringvarpið hevur tosað við, siga, at hetta er als ikki vanligt.

Hinvegin er vanligt, at undan aðalfundinum verður mælt til antin, hvør skal koma í nevndina, ella at sitandi nevnd heldur fram til næsta aðalfund.

 

Birita Sandverg Samuelsen er nevndarforkvinna í Føroya Banka. (Savnsmynd)

 

Tekin um ósemju

- Eg havi ikki verið úti fyri, at einki tilmæli um nevndarlimir er undan fundinum. Vanligt er at "avstemma" hetta áðrenn aðalfundin, sigur ein væl vitandi kelda, sum vit hava tosað við, og sum vil vera ónevnd.

At einki tilmæli er undan fundinum í dag, bendir á, at semja ikki er um, hvør skal í nevndina, sigur viðkomandi, sum hevur stórt innlit í arbeiðið í bankanum seinastu nógvu árini.

Eitt fyrrverandi forfólk í nevndini í Føroya Banka, sigur tað sama:

- Vanligt er, at nevndin ger eina innstilling til aðalfundin, sum so ger av, hvussu nevndin frameftir skal síggja út.

Vit hava ringt til Biritu Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinnu í Føroya Banka, síðani týsdagin, men hon svarar ikki telefonini.

Ætlanin var at spyrja hana, hví einki tilmæli er um nevndarlimir frameftir í fundarskránni.

 

Gullak Madsen og familja eiga nú gjøgnum tvey feløg 20 prosent av atkvøðunum á aðalfundi í Føroya Banka. (Savnsmynd)

 

Gullak ætlar at brúka vald

Keldur vilja vera við, at tað er føroyski stórreiðarin í Danmark, Gullak Madsen við familju, sum á aðalfundinum í dag ætlar at nýta tað vald, sum hann fekk í august, tá hann keypti so mikið nógv partabrøv, at hann tryggjaði sær leiklutin sum sterki maðurin í bankanum.

Gjøgnum tvey feløg eigur Gullak Madsen við familju nú 20 prosent av atkvøðunum, meðan landsstýrið eigur 10 prosent.

Av tí at  partabrøvini hjá Gullaki Madsen eru keypt í tveimum ymiskum feløgum, verður hann ikki raktur av avmarkingini í grein 8, stk 3 í viðtøkunum hjá bankanum, sum millum annað, siga, at:

Uttan mun til, hvussu stóran part ein partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv ella sum fulltrúi fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða fyri meira enn svarandi til 10% av partapeninginum tilsamans.

Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til, hvussu stóran part teir eiga tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan fyri somu konsern, soleiðis sum hetta
hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri meira enn svarandi til 10% av partapeninginum tilsamans.

 

Einki tilmæli er komið undan aðalfundinum í Føroya Banka í dag, um hvør skal manna nevndina frameftir. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fleiri atkvøður enn landsstýrið

So hóast landsstýrið eigur ein triðing av Føroya Banka, eigur Gullak Madsen við familju fleiri atkvøður á aðalfundinum.

Orsøkin er, at tá ið tað eru tvey ymisk feløg hjá Gullaki Madsen, sum eiga í bankanum, ber til hjá honum at varðveita allar atkvøðurnar. 

Tað vil siga, um mett verður, at feløgini ikki eru partur av somu konsern.  Og tað verða tey, sum Kringvarpið skilur, ikki mett at vera. 

Landið eigur altso 10 prosent, og Gullak madsen eigur 20 prosent av atkvøðunum.

 

Turið F. Arge er stjóri í Føroya Banka. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ætlaði ikki at gera broytingar

Tá Gullak Madsen keypti partabrøvini í august, segði advokatur og talsmaður hansara, Annfinn Vitalis Hansen, í stuttari viðmerking til kringvarpið:

- Ætlanin er ikki at gera nakrar broytingar í bankanum. 

Annfinn Vitalis Hansen svaraði ikki telefonini, tá vit ringdu til hansara fyri løtu síðani.

Vit hava eisini ringt til Turið Finbogadóttur Arge, stjóra í Føroya Banka, men hon svarar heldur ikki í dag.

Vit hava ringt og skrivað til Aksel V. Johannesen, løgmann. Hann hevur onga viðmerking, fyrr enn aðalfundurin hevur verið.

Aðalfundurin hjá Føroya Banka er í høvuðssætinum hjá bankanum í Havn í dag klokkan fimm.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172