Góðar vónir: Føroyar fingu Holland, Ukraina og Kosovo

Góðar vónir: Føroyar fingu Holland, Ukraina og Kosovo
Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti Hollandi, Ukraina og Kosovo um rættin at kappast í EM-endaspælinum í Skandinavia í 2026. Spælarar og venjarar lata væl at
Mynd: Clemens Bilan/EPA/Ritzau Scanpixj  
 
21.03.2024 - 16:57

Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti Hollandi, Ukraina og Kosovo í EM-undankappingini í 2025.

Tað er greitt eftir lutakastið seinnapartin.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar spæla ímóti Hollandi í nýggjari tíð, og tað verður spennandi at síggja spælskiparan Luc Steins úr PSG og liðfelagarnar í Føroyum. Í áttatiárunum spældu Føroyar og Holland í CHM-kappingum, og tær ferðirnar var Holland greitt omaná.

Føroyar vóru í bólki saman við Ukraina so seint sum í seinastu EM-undankappingini, har landsliðið tapti á útivølli (25-29) og vunnu á heimavølli (33-26). Tað ber framvegis ikki til at spæla landsdystirnar í Ukraina, so útidysturin skal avgreiðast aðrastaðni.

Føroyar og Kosovo hava spælt venjingar/menningardystir tríggjar ferðir, og hvørja ferð hava føroyingarnir verið omaná.

 

 

Góðar vónir

Føroysku spælararnir eru toluliga væl nøgdir við bólkin, sum teir eru endaðir í.

Hetta var ikki tann lættasti bólkurin, men heldur ikki tann ringasti. Eg eri væl nøgdur, og vónirnar eru góðar at spæla seg víðari, sigur vongurin, Allan Norðberg.

Á donsku rásini TV2, hildu viðmerkjarar, at Føroyar og Holland vóru greiðir favorittar at spæla seg víðari úr bólki 6. Tað heldur Allan Norðberg er at taka dekan ov rívan til.

 - Eg vil ikki kalla okkum greiðar favorittar. Vit hava vunnið ein av seinastu sjey dystunum ímóti Ukraina, men vónandi gongur tað so væl, sum ekspertarnir í TV2 meta, sigur Allan Norðberg.

 - Tað er klárt, at vit vilja fegnir vinna ímóti bæði Kosovo og Ukraina, men so er eisini spennandi at vita, um vit kunnu takað stig ímóti Hollandi. Um vit fáa savnað ímillum seks og átta stig, sær heilt gott út, sigur landsliðsvongurin.

Hjálparvenjarin, Julian Johansen, er eisini væl nøgdur við lutakastið, og roknar við, at lykilin til víðari luttøku er heimadysturin ímóti Ukraina.

 

Julian

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870