Eingin ætlan um at broyta forskattingina av pensjónum

Eingin ætlan um at broyta forskattingina av pensjónum
Verður farið aftur til gomlu skipanina við eftirskatting, fer tað at kosta landskassanum - kommununum - meira enn hálva milliard kr.
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur ongar ætlanir um at broyta lógina um at forskatta pensjónar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
27.03.2024 - 13:14

- Landsstýrið hevur ongar ætlanir um at broyta forskattingina av pensjónum.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Skipanin við forskatting ger, at fíggjarliga haldførið verður meint rakt, tí færri vera á arbeiðsmarknaðinum at fíggja vælferðarsamfelagið, millum annað pensjónir til tey, sum eru farin frá fyri aldur.

Men verður farið aftur til gomlu skipanina við eftirskatting, t.e. at skattur verður goldin av pensjónini, tá fólk gerast pensjónistar, fer tað at kosta landskassanum - ella kommunum - meira enn hálva milliard krónur um árið í inntøkum. 

Síðani 2015 hava kommunurnar fingið inntøkurnar av forskattingini av pensjónum frá landinum til eldraøkið, og í fjør var henda upphæddin 518 milliónir kr. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

27032024_Forskatting_og_Ruth

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860