Búskaparráðið: Kvotur í staðin fyri fiskidagar

Búskaparráðið: Kvotur í staðin fyri fiskidagar
Botnfiskastovnarnir eru undir hørum trýsti, m.a. tí at stuðulsskipanir halda lív í fiskiskapinu, hóast hann ikki ber seg fíggjarliga, sigur Búskaparráðið
Fróði Magnussen er formaður í Búskaparráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.04.2024 - 08:25

- Vit eiga at leggja um frá fiskidøgum til kvotur fyri at minka trýstið á botnfiskastovnarnar. 

Tað sigur Fróði Magnussen, formaður í Búskaparáðnum. 

Búskaparráðið vísir í síni várfrágreiðing á, at botnfiskastovnarnir eru undir hørðum trýsti, millum annað tí at stuðulskipanir halda lív í fiskiskapinum, hóast hann ikki ber seg fíggjarliga. 

Búskaparráðið mælir til at lata flotan tillaga seg og fara frá fiskidøgum til kvotur:

 

03042024_Frodi_um_kvotur

 

Dennis Holm er landsstýrismaður í fiskivinnumálum. (Mynd: Bjarni Ártng Rubeksen)

 

Men tað er ikki so einfalt, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Fiskiskapurin eftir botnfiski er blandaður fiskiskapur, og vandin fyri hjáveiðu er stórur, sigur Dennis Holm. 

Hann hevur ongar ætlanir um at leggja skipanina um til kvotur:

 

03042024Dennis_um_kvotur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890