G!-høvuðsnavn hevur serligt tilknýti til Føroyar

G!-høvuðsnavn hevur serligt tilknýti til Føroyar
Herfyri vóru limirnir í kenda norska tónleikabólkinum Highasakite, sum verður G!-høvuðsnavn í summar, á vitjan í Føroyum. Highasakite hevur eitt serligt tilknýti til Føroyar
Alessio Mesiano
Limirnir í Highasakite á vitjan í Syðrugøtu har tey skulu spæla konsert í summar
04.04.2024 - 19:39

 "Tað er gandakent at framføra í Føroyum."

Tað halda limirnir í kenda norska tónleikabólkinum Highasakite, sum verður eitt av høvuðsnøvnunum á G! festivalinum í summar.

Tað verður aðruferð, at bólkurin kemur til Føroyar at spæla konsert, tí Highasakite var eisini eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum í 2016. 

 

Umboðsmaðurin býr í Føroyum

Herfyri vóru limirnir í Highasakite á vitjan í Føroyum og skoðaðu umstøðurnar í Syðrugøtu. 

Tað er ikki vanligt, at útlendsk høvuðsnøvn koma til Føroyar at vitja, áðrenn tey koma her at framføra. 

Orsøkin til vitjanina hjá Highasakite var, at bólkurin hevur eitt serligt tilknýti til Føroyar. 

Umboðsmaðurin hjá bólkinum, Glenn Larsen, býr nevniliga í Føroyum, her hann er stjóri í FMX, ið stendur fyri Faroese Music Export.


Mynd: Alessio Mesiano  

 

Gleða seg til at spæla aftur í Føroyum

Ingrid Helene Håvik og Trond Bersu, sum í dag manna Highasakite, gleða seg at koma aftur til Føroya at framføra. 

"Tað var fantastiskt seinast, vit vóru í Føroyum. Ein stórsligin natúruppliving," sigur Ingrid Helene Håvik. 

Hendan dagin, ið tey vitjaðu í Syðrugøtu, var pent veður, men rættiliga fitt av uppgangi. Sandurin, ið tey skulu spæla á í summar, sá ikki út av nógvum. 

"Mær er sagt, at vatnstøðan er lægri og sandurin tískil er størri um summarið, so tað mugu vit bara trúgva uppá. Annars sær tað fantastiskt út," sigur Trond Bersu. 


Mynd: Alessio Mesiano  

 

Stórt show á G!

Tað er als ikki óvanligt fyri limirnir í Highasakite at spæla konsertir í lítlum bygdum. 

"Vit hava nógvar smáar bygdir í Norra, og hvør bygd hevur sín egna festival, so tað er als ikki nakað, ið ræðir okkum," staðfestir Ingrid Helene Håvik, meðan bæði G!-stjórin, Sivør Laksá, og G!-tónleikastjórin, Høgni Lisberg, vístu norsku gestunum runt á festivaløkinum í Syðrugøtu. 

Highasakite er blivið kent í Norge fyri at hava stórslignar framførslur, ella show, sum tað eisini verður rópt. 

"Vit ætla okkum at pallseta tað størsta show'ið, ið tað yvirhøvur ber til á G!, sum tað yvirhøvur ber til." 


Mynd: Maja Moan

 

Hvat: G! festivalurin
Hvar: í Syðrugøtu
Nær: 18. - 20. juli
Nøvn: Highasakite (NO), Of Moster and Men (IS), Eivør (FO), Omar Souleyman (SY), Spectors (DK), Hamferð (FO) og mong onnur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655