Kontrast FM: Nú skulu føroyameistararnir finnast

Kontrast FM: Nú skulu føroyameistararnir finnast
Leygardagin verður Kontrast FM, har føroyameistararnir í judo, borðtennis og badminton skulu finnast. Kringvarpið sendir beinleiðis frá einstaklingafinalunum frá kl. 13
 
05.04.2024 - 12:56

Føroyameistararnir í judo, borðtennis og badminton skulu finnast, tá Kontrast FM verður í høllini á Hálsi í Havn leygardagin.

Kringvarpið vísir einstaklingafinalurnar beinleiðis í sjónvarpinum og tær eru 10 í tali.

Í judo verður kappast um FM hjá mans- og kvinnuunglingum, hjá monnum undir 66 kilo, hjá monnum undir 81 kilo og í opna bólkinum hjá kvinnum og monnum.

Í borðtennis og badminton skulu føroyameistararnir hjá kvinnum og monnum finnast. 

 

 

Innleiðandi kappingarnar ikki lidnar

Tað er bert í badminton, at finalistarnir eru funnir.  Hjá kvinnum spælir tvífaldi føroyameistarin, Miriam í Grótinum, ímóti Sannu Thorkildshøj, sum er í finaluni fyri fyrstu ferð.

Hjá monnum bresta Fai Yin Wong og Rúni Øster saman. Teir hava heldur ikki verið i finaluni fyrr.

Innleiðandi umførini í borðtennis og judo vera fríggjakvøldið, og tá verður greitt, hvør skal kappast í finalunum leygardagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360