Landsverk lovar bata

Landsverk lovar bata
Landsverk viðurkennir, at tey hava gjørt ov lítið við at førleikamenna fólk til tunnilsarbeiði. Men nú fara tey at seta størri krøv til arbeiðstakararnar um førleikamenning
05.04.2024 - 19:16

Vit sprongja, og vit bora, og vit bora og vit sprongja. Og vit sprongja og vit bora.

Men tað eru norðmenn, ið gera tað fyri okkum, tí vit læra ikki okkara egnu at gera tað.

Í Degi og Viku í gjár sóknaðist Kristian Stórhamar eftir, at vit førleikamenna okkara egna fólk til at gera tunlar.

Landsverk viðurkennir, at tey hava ikki hava gjørt nóg mikið fyri at varðveita vitanina um tunnilsarbeiðið her heima í Føroyum.

Tó er støðan vorðin eitt vet betri.

Kanska tað tó einaferð  í framtíðini fer at vera onkur føroyingur, ið borar og løðir ein tunnil. Tí Landsverk lovar nú at seta arbeiðstakarunum krøv.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210